Hetta var avgjørda svarið frá komandi løgmanni, Beini Johannesen, tá orkan.fo spurdi hann á tíðindafundi, hvat hann leggur í spurningin um marknaðarføring av eini komandi oljuvinnu í Føroyum, sum verður nevnt í samgonguskjalinum.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum og Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum nú vera partur av nýggja landsstýrinum. Mynd Jan Müller
-Tá vit hava tikið við spurningin um oljuvinnu í samgonguskjalið, so er tað av fleiri orsøkum. Tá vit síggja úti í heimi, hvussu støðan er, so vísir tað, hvussu týdningarmikið tað er at vera sjálvbjargin á orkuøkinum, og har halda vit, at tað er ikki bara grøn orka ella svørt orka tað snýr seg um men ein blanding av báðum. Tí vilja vit, at vit eggja til, at vit eisini fáa eina oljuvinnu í Føroyum. Hetta kunnu vit gera við marknaðarføring og eisini eiga vit at hyggja eftir tí regulverkinum vit hava í dag, segði Beinir Johannesen og legði aftrat:
-Er tað ein forðing í mun til at fáa fleiri aktørar hendavegin, so er tað avgjørt av stórum týdningi, at vit gera hetta bæði fyri at vera meira sjálvbjargin á orkuøkinum men eisini fyri at fáa eitt bein aftrat hjá búskapinum at standa á.
Mánadagin kl. 14 er móttøka í Tinganesi fyri nýggja landsstýrinum.
Tað var frøði á oddamonnunum í nýggju landsstýrissamgonguni, ABC.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald