
Tað var í desember í fjør, at tey bæði stóru orkufeløgini Equinor og Shell kunngjørdu, at tey fóru at leggja saman sínar ognir á bretska landgrunninum í eitt nýtt orkufelag. Síðani hevur felagið fingið navnið ADURA, og í kjalarvørrinum á stóru orkuráðstevnuni Offshore Europe í Aberdeen fyrr í mánaðinum varð leiðslan í felagnum eisini kunngjørd. Sambært skotska orkumiðlinum Energy Voice fer felagið longu til verka seinast í hesum árinum. Og fyri fólkið í Aberdeen kemur tað eisini væl við, at leiðslan í felagnum hevur valt eina av kendastu adressunum í miðbýnum í Aberdeen, á Union Street til sítt høvuðssæti.
Shell og Equinor koma at standa fyri fleiri av olju- og gasskeldunum í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar í nýggja Adura.
Nýggja felagið fer at vera partur av flestu av teimum stóru olju- og gasskeldunum í økinum millum Hetland og Føroyar, eisini nevnt Atlantsmótið. Tað fer m.a. at standa fyri útbyggingini av stóru olju- og gasskelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum. Haraftrat verður tað partur av framleiðandi keldunum Schiehallion, Clair og Clair Ridge eins og komandi gasskelduni Victory, sum byrjar framleiðsluna í næstum.
Í løtuni bíðar orkuvinnan í Bretlandi eftir svari uppá hoyring, sum stjórnin skipaði fyri fyrr í ár rundan um framtíðar olju- og gassvirksemið í Norðsjónum. Stjórnin, sum hevur brandskattað oljuvinnuna í eini tíð, tá oljuprísurin varð omanfyri 100 dollarar - í dag er hann 65 dollarar - og sum eisini hevur steðgað nýggjum loyvisumførum við leiting eftir kolvetnum, fer ætlandi at svara vinnuni í hesum árinum, hvat grundarlag vinnan skal virka undir í framtíðini og undir hvørjum treytum og reglum.
Nú Bretlandi tørvar orku í ólukkumát ynskir vinnan at sleppa framat mongu stóru goymslunum av olju og gassi, sum framvegis finnast í Norðsjónum eins og eystan fyri Føroyar. Landið innflytir í dag umleið 70% av orkunýtsluni. Tað heldur vinnan vera eina skeiva gongd og mælir tí stjórnini til at lætta um hørðu og óstøðugu treytirnar hon hevur sett vinnuni í sambandi við framtíðar virksemið í Norðsjónum. Vinnan ávarar myndugleikarnar um, at kemur ikki broyting í, so fara fleiri og fleiri orkufeløg at rýma úr bretskum øki, og tað kann gera orkustøðuna og orkutrygdina uppaftur verri.
Stjórin í nýggja Adura, Neil Culloch hevur drúgvar royndir í orkuvinnuni.
Umframt ognirnar hjá Adura eru eisini fleiri aðrar leiðir, sum feløg ynskja at byggja út, eitt nú Cambo og Tornado keldurnar, sum liggja heilt tætt við føroyska markið. Har eru tað feløgini Ithaca Energy og ENI, sum standa fyri keldunum. Umframt umrøddu keldur finst eisini ein gasslandslutur ikki so langt frá føroyska markinum, nevndur Lagan Tormore, ið franska felagið Total Energies hevur umsitið til fyri tíð síðani, tá orkufelagið Prax Energy skuldi keypa hesar ognirnar. Síðani er tað felagið farið á heysin, og nú er ógreitt, hvør fer at umsita tær fýra gasskeldurnar í økinum.
Stóru orkufeløgini hava fingið tillutað fleiri nýggj leitiloyvi eystan fyri Føroyar. Spurningurin er so, um hesi kunnu vera við til at "draga" tey longur vestur eftir í framtíðini.
Stórur spenningur er eisini um, hvat fer at henda við mongu loyvunum, sum vórðu latin í 33. bretsku útbjóðingini í fjør, har fleiri av loyvunum (lisensunum) vórðu latin til eitt nú Equinor, Shell og Total. So hóast fleiri ókendar faktorar, so bendir kortini nógv á, at økið eystan fyri føroyska markið fer at vera eitt av teimum mest virknu á bretska landgrunninum komandi árini.
Og tað kann so aftur koma at hava týdning fyri bæði leiting og veiting í Føroyum.
Ein av boðsskapunum á Offshore Europe í Aberdeen herfyri var, at Atlantsmótið, økið millum Føroyar og Hetland fer at vera eitt tað týdningarmesta á bretska landgrunninum fyri bretsku orkutrygdina í framtíðini. Stóri spurningurin fyri Føroyar er, nær og um feløgini eisini fara at seta kós longur vestureftir. Í Føroyum eru eingi loyvisumfør at bíða eftir. Feløg kunnu til eina og hvørja tíð søkja um kanningar- og leitiloyvi á føroyska landgrunninum sambært Open Door skipanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald