Innanlands

Nýggj app til elbilaløðing

Í januar 2026 gerst  elbilaløðing einfaldari. Tá kemur nýggja elbil appin, sum fer at betra um upplivingar sum elbilabrúkari. Hetta kunnar SEV um á síni heimasíðu. 

2025-12-17 08:43 Author image
Jan Müller
placeholder

SEV vísir á fyrimunir við nýggju elbil appini: 


  • Stýr løðingini - heima og alment

Byrja og enda løðingar beinleiðis á appini. Legg eisini gjaldskortið inn fyri at gjalda ómakaleyst við appini. Løðispjaldur kann eisini nýtast.

  • Snildløðing

Áset nær løðingin skal fara fram - til dømis tá streymurin er grønastur.

  • Nýtsluyvirlit

Fá greitt yvirlit yvir farnar løðingar, herundir nýttar kWt og krónur, løðing fyri løðing og mánaða fyri mánaða.

  • Kort yvir løðistøðir tú hevur atgongd til

Fá yvirlit yvir almennar løðistøðir, løðistøðir á tínum arbeiðsplássi, tína heimaløðistøð og møguligar aðrar, tú hevur fingið tillutað atgongd til.

  • Reika

Stórt netverk við upp móti 1 mió. løðistøðum kring heimin. Elbil appin kann lættliga nýtast í útlondum eins og í Føroyum.

[object Object]

Næstu stig?

Hetta inniber, at móti endanum av januar verður heimasíðan elbil.fo niðurløgd. 

Síðstu snøklarnir eru um at koma upp á pláss, og elbil appin verður tøk um miðjan januar 2026.

-Vit venda aftur við endaliga útgávudegnum og meiri kunning eftir nýggjar skrivar SEV á heimasíðuni. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder