
Stóri tørvurin á og eftirspurningurin eftir gassi í Bretlandi hevur fingið stór orkufeløg sum Shell at skunda undir framleiðsluna av gassi frá keldum á bretska landgrunninum. Ein teirra er Victory, sum nú er farin undir sína fyrstu framleiðslu. Keldan fer at hava týdning fyri bretska heimamarknaðin, nú hon kann nøkta gassnýtsluna hjá 900.000 húsarhaldum í Bretlandi.
Victory verður fimta gasskeldan, sum verður knýtt í rørleiðings-undirstøðukervið vestan fyri Hetland, eisini nevnt GLA, Greater Laggan Area. Hinar eru Laggan, Tormore, Glenlivet og Edradour. Umframt hesar eru eisini fleiri onnur gassfund, sum ætlanin er at útbyggja.
Henda keldan varð funnin í 1977 men nústaðni er hon útbygd til framleiðslu. Ein høvuðsorsøk er menningin av undirstøðukervinum í økinum, har gassrørleiðingar eru lagdar á havbotnin vestan fyri Hetland. Hesar gera tað møguligt at taka í nýtslu sjálvt smærri gasskeldur, sum tá verða knýttar í rørleiðing nærhendis. Haðani verður gassið flutt víðari til Sullom Voe gassverksmiðjuna í Hetlandi og haðani víðari til St. Fergus nærhendis Peterhead í Skotlandi. Og loksins út til mong heim í Skotlandi.
Stóra gassverksmiðjan, sum tekur ímóti og viðger gassið av Atlantsmótinum, her í Sullom Voe í Hetlandi.
Sambært orkumyndugleikunum veksur tørvurin á gassi, nú framleiðslan í Bretlandi er minkað við heilum 10% í fjør. Hetta hevur við sær, at meira enn 61% av bretsku gassnýtsluni verður innflutt. Og tað ynskja bæði vinna og myndugleikar at broyta. Ætlanin er, at nýggja orkufelagið ADURA, sum Shell og Equinor hava stovnað á bretska landgrunninum, skal taka yvir framleiðsluna á Victory eins og annað framtíðar gassvirksemi í økinum, tá felagið letur dyrnar upp seinni í ár.
Shell sigur í eini fráboðan í sambandi við, at framleiðslan er byrjað á Victory, at hetta er týðandi partur av framtíðar ætlanum hjá felagnum at vera við til at økja um gassframleiðsluna á bretska landgrunninum. Og her hevur Atlantsmótið, økið millum Hetland og Føroyar, ein týðandi leiklut, nú flestu metingar siga, at undirgrundin her goymir stórar nøgdir av gassi. Og nú gass verður mett sum ein støðugt størri og meira týðandi partur av orkusamansetingini (Energymix) í framtíðini, verður alsamt meira ljós varpað á nettupp økið millum Hetland og Føroyar.
Tríggjar keldur, sum eisini gloyma nógv gass, og sum ætlanir eru um at útbyggja, liggja allar tætt við føroyska markið, nevniliga Rosebank, Cambo og Tornado.
Her síggja vit gasslandslutin har norðuri og síðani keldur sunnanfyri og nærri Føroyum, sum goyma bæði olju og gass. Sí eisini mongu gassrørleiðingarnar, sum føra til Sullom Voe í Hetlandi.
Victory er so bara ein partur av hesi gongd. Longu nú eru onnur orkufeløg farin at kanna, hvørjar aðrar gasskeldur kunnu útbyggjast í hesum økinum. Eitt teirra er Ithaca Energy, sum eigur tvær av keldunum, sum liggja tætt við føroyska markið, nevniliga Cambo og Tornado.
Um somu tíð sum felagið hevur útbygging av stóru Cambo leiðina á tekniborðinum, er felagið komið væl áleiðis við tess ætlan at útbyggja og binda ein minni gassleið, Tornado gasskelduna nærhendis, í undirstøðukervið, sum longu er í økinum. Felagið ætlar at søkja myndugleikarnar um góðkenning av hesi útbygging í næstum.
Nú gass meira ella minni er vorðið góðkent sum partur av framtíðina orkumiksinum kann væntast nógv størri leitivirksemi á Atlantsmótinum komandi árini. Vit síggja, at feløg sum Shell og Equinor, sum nú leggja saman, hava fingið tillutað fleiri nýggj leitiloyvi í 33. bretsku útbjóðingini, loyvi (lisensir), sum liggja nær føroyska markið har norðuri á Atlantsmótinum, har vónir eru um at finna gass í undirgrundini.
Á ovasta kortinum eru loyvini, sum Shell fekk í 33. útbjóðing í Bretlandi. Niðanfyri eru loyvini hjá Equinor, Total og Shell, øll tætt framvið føroyska markinum. Her fara feløgini væntandi at gera kanningar komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald