Við hesi stóru útbygging ynskir Equinor at vísa umheiminum, at Norra fer at halda fram við at vera ein álítandi orkuveitari í langa tíð aftrat. Við Johan Castberg verður latið upp fyri einum nýggjum oljulandsluti í norskum øki, sum eisini fer at skapa møguleikar fyri framleiðslu í øðrum grannaøkjum í Barentshavinum.
Leiðslan í Equinor sigur, at felagið longu hevur gjørt fleiri nýggj olju- og gassfund í Barentshavinum, sum í framtíðini kunnu binda í framleiðslu- og goymsluskipið Johan Castberg. Umframt Equinor eru eisini Vår Energi og Petoro partur av útbyggingini. Higartil eru boraðir 14 framleiðslubrunnar á leiðini, sum er mett at goyma upp til 650 mió. tunnur av olju. Dagliga framleiðslan verður 220.000 tunnur.
Øll verkætlanin er mett at kosta 86 mia. kr. Upprunaliga skuldi framleiðslan verið byrjað í 2022.
Við hesi útbygging vil Norra vísa, at landið framhaldandi er ført fyri at tryggja londum í Evropa orku. Henda útbyggingin er eisini í tráð við politikkin hjá bæði Stórtinginum og norsku stjórnini at menna olju- og gassframleiðsluna um somu tíð, sum varandi orkukeldur verða útbygdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald