Uttanlands

Nýggjur oljuskattur sáar iva um útbyggingar við markið

Bretska blaðið The Telegraph skrivaði í gjár, at ivi er sáddur um stórar útbyggingar við føroyska markið, nú stjórnin fer at seta í verk nýggjan skatt á oljufeløg, sum arbeiða í Norðsjónum og vestan fyri Hetland

Framleiðsluskipið, sum Equinor ætlar at brúka til Rosebank útbyggingina, um hon gerst veruleiki.

Framleiðsluskipið, sum Equinor ætlar at brúka til Rosebank útbyggingina, um hon gerst veruleiki.

2022-06-21 10:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Blaðið sigur seg vita frá ónevndum keldum, at oljufeløgini, sum standa aftanfyri útbyggingum av stóru olju- og gasskeldunum Rosebank og Cambo beint eystan fyri føroyska markið, eru farin at sáa iva um hesar útbyggingar, nú bretska stjórnin hevur gjørt av at áleggja oljufeløgum í Norðsjónum ein eyka oljuskatt uppá 25%.

Ónevnd kelda í Equinor, sum stendur á odda fyri Rosebank kelduni, skal hava sagt, at felagið er farið at endurskoða ætlanina at útbyggja kelduna. Hetta orsakað av nýggja orkuskattinum.

Equinor ynskir, at bretska stjórnin onkursvegna broytir ætlanina at áleggja nýggjan orkuskatt á oljufeløg, áðrenn tað tekur endaliga avgerð um útbyggingina.

[object Object]

Rosebank og Cambo eru størstu olju- og gasskeldurnar, sum enn ikki eru útbygdar á bretska landgrunninum og báðar liggja beint eystan fyri føroyska markið. Nú er ivi sáddur um tær verða útbygdar, um ikki nýggi oljuskatturin, sum bretska stjórnin hevur samtykt, verður broyttur. 


Herfyri longdu  myndugleikarnir loyvini á Rosebank leiðini við tveimum árum. Eftir ætlan skal Equinor til at taka endaliga avgerð um útbygging í komandi ári. Eitt umboð fyri Equinor vísir tó í dag aftur “spekulatiónunum” um, at Rosebank møguliga ikki verður útbygt og sigur, at felagið fer at stuðla støðuni hjá felagnum hjá bretsku orkuvinnuni í sambandi við nýggja Windfall skattin.

Felagið hevur funnist at avgerðini hjá stjórnini at seta í gildi ein nýggjan oljuskatt, hóast stjórnin hevur víst á, at nýggjar íløgur í útbyggingar og leiting eru undantiknar skattinum. Felagið leggur aftrat, at tað fegnast um longjan av loyvinum og ætlar at halda fram við arbeiðinum at gera klárt til at taka endaliga støðu til útbygging.

Bretska vinnufelagið hevur í eini viðmerking til greinina í The Telegraph gjørt greitt, at tíðindini um Rosebank eru bara tann fyrsta hóttanin móti bretskari oljuvinnu í kjalarvørrinum á einum Windfall skatti.

Stjórin í Offshore Energies UK, Deirdre Michie sigur, at hóast nýggja skattalógin gevur undantak fyri  íløgum í nýtt virksemi, so er vandi fyri, at hon fer at minka um áhugan hjá oljufeløgum at gera íløgur í Bretlandi og heldur flyta hesar til onnur øki. Eyka skatturin fer at gera tað torført hjá feløgunum at útvega fígging til stórar og kostnaðarmiklar útbyggingar. Útbyggingin av Rosebank er mett at kosta 40-50  mia. kr. Oljuvinnan ynskir at arbeiða undir tryggum og støðugum viðurskiftum. 

Hinvegin sigur stjórnir, at oljufeløgini hava forvunnið so nógvan pening undir prískreppuni, at tey hava ráð til at rinda meira í skatti og harvið hjálpa teimum mongu húsarhaldunum, sum líða undir høgu orkuprísunum. 

[object Object]

Eisini umboð fyri Shell, sum er partur av Cambo oljukelduni nær við markið, hevur sagt frá, at nýggja skattalógin kann ávirka avgerðina um at fara undir eina útbygging. Tí roynir felagið saman við Offshore Energies UK  at sannføra stjórnina um, at tað eiga at verða gjørdar broytingar í uppskotinum, sum kann hava við sær, verður tað ikki broytt,  at feløgini sleppa sínum útbyggingarætlanum og heldur gera íløgur aðrastaðni í heiminum.

[object Object]

Tað nýggjasta er, at áhugafelagið hjá oljuvinnuni hevur biðið um fund við stjórnina fyri at fáa hana at skilja, at broytingar mugu gerast, soleiðis at feløgini ikki rýma úr Norðsjónum og økinum vestan fyri Hetland. Víst verður á, at verða ikki framdar nýggjar útbyggingar, tá kann bretska veitingartrygdin av álvara koma undir trýst.

Eisini vinnumálaráðharrin Kwasi Kwarteng, sum er ósamdur við fíggjarráðharran, hevur heitt á hann um at lurta eftir vinnuni og sigur, at stjórnin hevur ikki í nóg stóran  mun, tá hon arbeiddi við nýggja skattinum, tikið vinnuna við uppá ráð. Tað má hon so til at gera nú.

Tað eru so eisini onnur stór oljufeløg, eitt nú Harbour Energy, sum hava víst á vandarnar, sum lúra í kjalarvørrinum á nýggja oljuskattinum.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder