Hetta vóru kærkomin týðindi fyri orkuvinnuna bæði í Bretlandi og í Norra í morgun, har tað í løtuni verður bíðað í spenningi eftir eini endaligari avgerð hjá Equinor at byggja út Rosbank kelduna til framleiðslu. Ta avgerðina fer felagið helst at taka í næstum.
Men sum eitt týðandi stig á leiðini hevur Equinor gjørt sáttmála fyri umleið 2 mia. kr. at umbyggja framleiðsluskipið Petrojarl Knarr til nettupp Rosebankleiðina.
Altera, sum eigur skipið, hevur gjørt avtalu við Aker Solutions um at standa fyri umbyggingini, ið fyrst og fremst fer at snúgva seg um at elektrifisera framleiðsluna umborð. Eitt krav sum bretskir myndugleikar hava sett fyri at kunna góðkenna nýggjar útbyggingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald