Uttanlands

Nýtt stórt norskt oljufelt undir framleiðslu

Martin Linge útbyggingin hevur kostað 63 mia. kr. og fer feltið at framleiða 115.000 tunnur um dagin. Tað verður rikið við streymi úr landi.

2021-07-01 16:46 Author image
Jan Müller
placeholder

Í gjár 30. juni tók norska Equinor enn eitt stóra olju- og gasskeldu í nýtslu. Talan er um Martin Linge feltið, sum liggur sunnarliga í Norðsjónum. Keldan var funnin í 1975. Oljufelagið Total gavst nøkur ár herfyri við eini útbyggingarætlan eftir nógvar byrjunartrupulleikar, sum m.a. høvdu við sær fleiri áhapp, sum tóku fleiri mannalív og særdu enn fleiri. Total gav skarvin yvir, og táverandi Statoil tók um endan og helt fram við útbygginini, sum loksins er rokkin á mál.

[object Object]

Martin Linge feltið fer at liva upp til fleiri av krøvunum til grøna orkuskiftið og verður m.a. rikið við streymi úr landi, sum fer at minka um CO2 útlátið, ið svarar til nýtsluna hjá 100.000 akførum um árið ella 200.000 tons av CO2 upplýsir Equinor í tíðindaskrivi.

Eisini í aðrar mátar fylgir Martin Linge tíðini við nútímans tøkni, eitt nú fer framleiðslan umborð fyri stóran part at verða rikin úr landi. Tí verða tað bert upp til 20 fólk umborð á pallinum, ið nú framleiðir bæði olju og gass. Oljan fer umborð á tangaskip, meðan gassið fer gjøgnum rørleiðingar til St. Fergus í Skotlandi, har eisini stórur partur av gassinum frá feltum eystan fyri Føroyar endar.

Martin Linge fer at framleiða tað, sum svarar til 115.000 tunnur av olju um dagin. Í goymslunum í undirgrundini liggja 260 mió. tunnur, sum til ber at taka upp. Arne Nylund, sum stendur á odda fyri verkætlanum og boringum hjá Equinor, sigur, at Martin Linge feltið fer at fáa stóran týdning fyri framtíðar framleiðsluna á norska landgrunninum, ikki minst tí hesin nýggi infrastruktururin fer at skapa grundarlag fyri fleiri onnur felt at fara undir framleiðslu eisini.

Longu nú verður tosað um at kanna møguleikarnar fyri at finna og menna oljugoymslur, sum kunnu liggja nær við Martin Linge. (Til samanberingar er hetta sama hugsan, sum mong hava um komandi útbyggingarnar nær við føroyska markið: at tá hesar eru framdar, tá fer at verða hugt eftir økjunum í grannalagnum, tvs. eisini teimum á føroyska landgrunninum, blaðm.)

Streymurin til Martin Linge kemur gjøgnum longsta veksulstreymleiðing, sum nakrantíð er løgd, nevniliga 163 kilometrar úr Hordalandi í Norra. Eisini flutningsskipið á Martin Linge leiðini verður rikið við streymi úr landi. Tað er tað fyrsta av sínum slag.

Avbjóðingarnar hava verið nógvar á longu og drúgvu leiðini fram til framleiðslu. Upprunaliga varð ætlanin at framleiða í 2016. Eisini er kostnaðurin meira enn tvífaldaður til 63 mia. kr. Tað var í 2018, at Equinor keypti lutin hjá Total saman við Petoro, sum er tað almenna norska oljufelagið.

[object Object]

Meira um Martin Linge her: 

https://www.equinor.com/no/news/20210701-martin-linge-stream.html?utm_source=newssubscription&utm_medium=email 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder