Millum mongu røðararnar á COP26 er eisini fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama. Í røðu heitti hann á tey ungu, sum móttmæla, um ikki at gevast men halda fram við at vísa sína øði. -Tit mugu halda fram við at leggja politiskt trýst fyri fremja broytingar, men hann ávaraði tey eisini um, at neyðugt er at góðtaka semjur/kompromi á leiðini.
- Heimurin er als ikki har vit ynskja, at hann skal vera til tess at forða fyri eini framtíðar veðurlagsvanlukku legði hann aftrat.
Hann fanst at fyrrverandi amerikanska forsetanum Trump fyri hansara fíggingastøðu móti veðurlagsvísindini, men legði aftrat, at USA aftur er tilreiðar at vísa vegin. Obama vísti eisini sína ónøgd við, at framstandandi leiðarar sum teir í Kina og Russlandi høvdu valt ikki at vera tilsteðar á ráðstevnuni.
Hóast áheitanina frá Obama og stuðulin til mótmælisfólkini í Glasgow, so varð funnist at honum fyri í síni tíð sum forseti ikki at liva upp til lyftini frá Parísavtaluni í 2015 um at veita menningarlondunum stuðul hvørt ár uppá 100 mia. dollarar fyri at hjápa teimum at minka um útlátið.
Obama brúkti stóran part av síni røðu at venda sær til tey ungu, sum hann segði seg skilja væl vóru ørkymlað. Hann vísti eisini á, at hesi ungu sjálvi ein dag fóru at gerast politikarar.
Obama minti á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit ganga inn fyri tí burðardygga samfelagnum. Hann vísti á, at hóast Parísavtaluna so eru vit langtfrá har vit settu okkum sum mál. Hann rósti svensku Greta Thunberg fyri at ganga undan í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.
Fyrrverandi forsetin langaði hart út móti republikanska flokkinum í heimlandinum og segði, at tess limir eru við til at steðga positivu gongdini á veðurlagsøkinum við at sita á síðulinjuni og gera veðurlagsbroytingarnar til eitt floksmál eftir fýra ára stríð ímóti vísindini.
"To all the young people out there - I want you to stay angry. I want you to stay frustrated”, segði Obama m.a. á COP26.
Keldur: BBC, CNN og MSNBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald