Tað er vorðið dýrari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini at hita Leguhúsið í Nesvík. Peningurin, sum varð settur av í fíggjarætlanini til olju, er longu brúktur.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðuni.
Ferð er aftur á virkseminum í leguhúsinum aftaná tvey ár við koronu, men nú mugu tey í Kirkjuligu Heimamissiónini ásanna, at tað er lutfalsliga dýrt at hava legur.
So dýrt, at tølini í ársroknskapinum eru blivin reyð.
Aðrir møguleikar verða kannaðir fyri at hita stóra leguhúsið. Jarðhiti er helst besta hitaskipanin, men oljurokningarnar skulu gjaldast nú, og tí verður vónað at fólk ynskja at stuðla fíggjarliga.
- Tað er torført at yvirmeta, hvønn týdning Leguhúsið hevur fyri virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Her eru góðir og tryggir karmar fyri missiónsarbeiði, og lív og umstøður hjá fólki í tíggjutúsundatali eru ávirkað á øllum legum og skeiðum, sum hesi árini eru hildin í Leguhúsinum í Nesvík, skrivar Trúboðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald