2023-10-09 21:33
Støðan í Ísrael eftir Hamas álopið leygardagin fekk alt fyri eitt ávirkan á olju- og gassprísin. Og roknað verður við, at hetta er kanska bara byrjanin til eina enn størri hækking, nú ótti er fyri, at kreppan í Ísrael fer at flyta seg til onnur lond í økinum, eitt nú stórar og týðandi framleiðarar av olju og gassi.
Prísurin á olju er í løtuni nærum 88 dollarar. Undan álopinum á Ísrael varð prísurin niðanfyri 85 dollarar fyri tunnuna. Enn ein orsøk til príslækkingina er, at hol er komið á eina gassleiðing millum Finland og baltisku londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald