Tað var ein sannførdur og avgjørdur Donald Trump, sum eftir handtøkuna av Maduru forseta í Venesuela, gjørdi greitt, at USA fór nú eftir risastóru goymslunum av olju og gassi í undirgrundini í suðuramerikanska landinum.
Hetta skuldi gerast beinanvegin og uttan at spyrja nakran eftir. Trump segði eisini, at hann hevði havt fund við stóru oljufeløgini í USA, og at tey vildu gera íløgur uppá 100 mia. dollarar, hvat tað seinni vísti seg ikki at vera rætt. Eingin fundur hevði verið við oljufeløgni kundu miðlarnir siga frá.
Tann fundurin varð nústaðni hildin í gjár, og eitt úrslit av fundinum var, at umboð fyri eitt nú heimsins størsta oljufelag ExxonMobil gjørdi greitt, at sum støðan er í dag, so kann tað als ikki løna seg at gera stórar íløgur í Venesuela. Núverandi treytir og umstøður eru als ikki til vildar, og feløgini rokna eisini við, at neyðugt verður við nógv størri upphæddum enn Trump vísir á, fyri at gera tað áhugavert fyri feløgini at fara inn í Venesuela.
![]()
Darren Woods, stjóri í Exxon segði við Trump á fundinum, sum tá hesi spurdi, nær felagið helt seg til at fara undir oljuvirksemi í Venesuela, at neyðugt er við grundleggjandi broytingum í bæði lógarverki og treytum:
“Significant changes have to be made to those commercial frameworks, the legal system, there has to be durable investment protections and there needs to be a rewrite of the laws governing oil production in Venezuela”.
Hann segði eisini á fundinum, at tað einasta hann kundi lova forsetanum var at senda eitt tøkniligt lið til Venesuela í næstum at byrja kanningarnar av støðuni. Tað er greitt, at tað kemur óvart á oljufeløg, at forsetin ynskir ella krevur av teimum, at tey gera, sum hann sigur. Fyri ikki at traðka hann á tærnar, eru tey tó varin men vilja heldur ikki fara undir váðafullar boringar her og nú.
Hetta skriva Washington Post og Financial Times. Feløgini, sum vóru við á fundinum í gjár, vóru umframt Exxon eisini Chevron, ConocoPhilips og Shell. Chevon er tað einasta amerikanska oljufelagið, sum hevur virksemi í Venesuela. Trump hevur sagt, at taka feløgini av tilboðnum at fara til Venesuela, so hava tey møguleika at fáa stórar inntøkur, men feløgini, sum bera ótta fyri teimum sera stóru avbjóðingunum viðvíkjandi bæði fíggjarliga grundarlagnum og trygdini rundan um boringar í einum óstøðugum suðuramerikonskum umhvørvi, drála við at taka av.
“American companies will have the opportunity to rebuild Venezuela’s rotting energy infrastructure and eventually increase oil production to levels never seen before,” segði Trump við feløgini og vísti á, at: “Our giant oil companies will be spending at least $100 billion of their money og hann helt fram:
“We are going to be making the decision as to which oil companies can go in, which we will allow to go in.”
![]()
Umboð fyri feløgini vístu á, hvussu nógvar pengar tey longu høvdu mist í íløgum tey høvdu gjørt í Venesuela og vóru tí ikki so heilhjartað at fara undir nýggjar íløgur. Trump svaraði, at tað kom ikki uppá tal at fáa íløgurnar afturgoldnar. Farið er farið og vit hyggja frameftir segði forsetin við feløgini.
Tað var kortini eitt amerikanskt oljufeløg, Hilcorp, sum er stórur framleiðari av bæði olju og gassi, sum tók av tilboðnum frá forsetanum og takkaði honum fyri at hava forðað fíggindum hjá USA so sum Kina nú at sleppa fram at oljuríkidøminum í bakgarðinum hjá USA. Eisini stjórin í Shell var meira jaligur og helt fyri, at felagið varð sinnað at fara innaftur í Venesuela, um so var, at treytir og lógarverk vórðu broytt.
Tað ger ikki støðuna hjá oljufeløgunum betri, at eitt av endamálunum hjá Trump við at fáa hendur á oljuni í Venesuela, er at kunna lækka oljuprísin. Tað er ikki júst tað, sum oljufeløgini ynskja, nú tey skulu til at gera so stórar íløgur.
Enn ein avleiðing av politikkinum hjá Trump er tann, at smærri oljufeløg í USA fara at kenna sviðan, um bara tey stóru feløgini sleppa framat oljuni í Venesuela við fyrimunum av ymsum slag. Seinasta orðið er neyvan sagt í hesum máli. Í hvussu er er greitt, at allur heimurin fylgir við, hvat hendir við oljuni í Venesuela, sum kann koma at skapa bæði turbulens og óstøðug viðurskifti á marknaðunum.
Kina, sum hevur gjørt risastórar íløgur nettupp í oljuvirksemi í Venesuela, fer neyvan at sita hendur í favn og hyggja at, meðan USA við einum pennastroki tveitir Kina út úr suðuramerikanska landinum. Kina keypir í løtuni 80% av oljuni í Venesuela.
Keldur: Washington Post, New York Times og Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald