Um somu tíð sum nýggja bretska stjórnin er við til at gera sína støðu upp til framtíðar oljuvirksemi á bretska landgrunninum "hóttir" enn eitt stórt oljufelag at taka seg heilt úr bretsku oljuvinnuni. Tað er BP, sum er ein av krúnjuvelunum í bretsku oljuvinnuni.
Felagið eigur í fleiri stórum olju- og gassleiðum m.a. á stóru Clair kelduni miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Har stendur felagið fyri tveimum framleiðandi leiðum og hevur tað havt í hyggja at útbyggja enn eina oljuleið á hesum risastóra oljufeltinum. Tann avgerðin hevur nú í eina tíð bíðað eftir, hvat fer at henda við øðrum útbyggingum á bretskum øki, eitt nú Rosebank.
Stóra óvissan við orkupolitikkinum hjá stjórnini hevur fingið fleiri olju- og gassfelag, sum hava havt ætlanir um at gera fleiri íløgur í oljuvirksemi í Norðsjónum, umhugsa antin at rýma ella kanna møguleikan at leggja saman við onnur feløg. Ein gongd vit hava sæð, har t.d. Shell og Equinor hava lagt sítt virksemi í Norðsjónum í eitt nýtt felag, Adura.
![]()
Clair leiðirnar hjá BP eru so eisini við til at føða stóra oljuterminalin Sullom Voe í Hetlandi. Haraftrat eigur BP eisini part av stóru kelduni Schiehallion eystan fyri Føroyar.Felagið hevur so eisini nógv virksemi í Aberdeen, haðandi leiðirnar eystan fyri Føroyar verða umsitnar. Tað verður m.a. gjørt umvegis Shefa kaðalin og nútímans fjarskiftisútgerðina hjá Føroya Tele á pallunum hjá BP eystan fyri Føroyar.
BP er ein av stóru veitarunum av olju og gassi til stóra Sullom Voe oljuterminalin í Hetlandi.
Stjórin í BP Meg O´Neil sigur sambært Guardian og Shetland News, at felagið, sum hevur verið partur av orkuskipanini í Bretlandi í meira enn 100 ár, fer framhaldandi at vera partur av hesum virksemi, men BP verður eisini noytt til at gera íløgur í økjum, har tað lønar seg best fyri felagið.
-Vit royna at gera felagið til eitt meira nútímans orkufelag, sum er meira einfalt, sterkari og virðismiklari. Tí hyggur felagið nú eftir, hvør kann hava áhuga í at keypa fleiri av ognunum, og har BP eisini kann gerast ein partur.
Hetta er sama gongdin vit hava sæð í Norðsjónum nú í nøkur har, har oljufeløg leggja saman fyri at standa seg betri fíggjarliga, ikki minst eftir at bretska stjórnin hevur lagt ovurstóran skatt á tey. Hann er í løtuni 78%.
Eisini í aðrar mátar merkja oljufeløgini, at stjórnin roynir at leggja fót fyri teirra virksemi við eitt nú at banna nýggjari leiting.
![]()
Vit hava longu sæð, at fleiri feløg, sum hava verið grundarlagið undir bretskari oljuframleiðslu, hava tikið seg úr økinum og eru farin í onnur lond eitt nú í Meksikanska flógvan ella til Afrika. Nærum øll av teimum stóru amerikonsku oljufeløgunum, sum fyrr vóru kjarnin í bretskari oljuvinnu, t.d. ExxonMobile, Chevron og Texaco eru heilt rýmd úr Norðsjónum.
Um somu tíð sum órógv nú ræður millum mongu oljufeløgini, verður bíðað eftir einum útspæli frá nýggju stjórnini við Labourformanninum og forsætisráðharranum, Andy Burnham á odda. Hesin situr í hesum døgum og umhugsar, hvat hann skal gera í tí sera umstrídda oljumálinum, sum fyllur nógv í almenna rúminum.
Vinnan, fakfeløg og nógvir Labourpolitikarar umframt øll andstøðan vilja hava hann at lata uppaftur fyri oljuvinnuni og loyva í hvussu er feløgum, sum hava fingið loyvi til framleiðslu, at halda fram við sínum arbeiði.
Hetta er tó eingin løtt uppgáva, tí umhvørvisfeløgini og grøni vongurin í hansara egna flokki siga, at gevur hann eftir fyri vinnuni, so svíkir hann síni egnu lyfti um at røkka null útláti í 2050 ella entá fyrr.
Ein av yvirskriftunum í bretsku miðlum.
Og her enn ein av yvirskriftunum í bløðunum
Við miðlarnar seinastu dagarnar hevur Burnham úttalað, at hann er fyri eini pragmatiskari tilgongd og gongur harvið ímóti rikna politikkinum hjá sínum partamanni Ed Miliband, sum nú er vorðin uttanríkisráðharri. Burnham úttalaði nú um dagarnar, eftir at amerikanski forsetin Donald Trump heitti á stjórnina í Bretlandi um at loyva útbygging av oljuvinnuni í Norðsjónum, at hann fór eftir eini pragmatiskari loysn í málinum. Hetta verður útlagt sum at hann fer helst at loyva útbyggingum í Norðsjónum.
Eisini nýggi orkuráðharrin, sum áður hevur staðið fyri sama politikki sum Miliband, hevur nú eisini flutt seg nakað og segði á fundi við vinnuna í Aberdeen herfyri, at hon vildi vera pragmatisk í málinum um framtíðar oljuvirksemi í bretskum øki.
Bæði hon og forsætisráðharrin hava úttalað, sum olja og gass fer at vera ein týðandi partur av bretsku orkuskipanini í mong mong ár aftrat. Nú verður so bíðað eftir eini avgerð frá stjórnini, ein avgerð, sum kann steðga flýggjanini hjá oljufeløgum av bretska landgrunninum.
Um somu tíð sum bretska stjórnin hevur roynt at seta fót fyri menningini av bretsku oljuvinnuni, úttalar løgmaður, at Føroyar eiga at menna marknaðarføringina av oljuleiting við Føroyar.
Og tað er greitt, at tað verður eisini fylgt væl við í Føroyum, hvør henda avgerðin verður, nú bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í vinnumálum hava úttalað seg um stóra týdningin, sum bæði oljuleiting og oljuvirksemi um okkara leiðir hevur fyri Føroyar. Seinasta útspælið kom frá sjálvum løgmanni, sum í síni røðu á ólavsøku segði, at dentur verður nú lagdur á at menna marknaðarføringina av oljuleiting við Føroyar.
Keldur: The Guardian, The Shetland News, Financial Times, BBC og Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald