Uttanlands

Oljukelda við Føroyar partur av skotska valstríðnum

Stór óvissa er um olju- og gassframtíðina, nú tað stundar til val í Skotlandi

Í summar er ætlanin at bora 7 brunnar eystan fyri føroyska markið á Rosebank kelduni, sum nú er vorðin partur av skotska valstríðnum. Mynd Jan Müller

Í summar er ætlanin at bora 7 brunnar eystan fyri føroyska markið á Rosebank kelduni, sum nú er vorðin partur av skotska valstríðnum. Mynd Jan Müller

2026-04-07 19:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Herfyri vunnu flokkarnir í Norra, sum vilja halda fram við oljuframleiðslu og leiting, valið. Valúrslitið í Føroyum nú um dagarnar bendi eisini á, at stórur meiriluti er fyri at fara undir leiting eftir olju og gassi.

ì okkara næsta grannalandi Bretlandi er harafturímóti óvissa um orkuframtíðina, nú  sera avgjørdi og grøni orkuráðharrin ger alt fyri at seta fót fyri nýggjari leiting og framleiðslu, hetta hóast veljarakanning vísir, at stórur meiriluti av fólkinum ynskir at halda fram við olju- og gassvinnuni. 

[object Object]

Bíðað verður eftir, at bretski orkuráðharrin skal geva grønt ljós til útbyggingina av Rosebank kelduni tætt við føroyska markið. Málið er nú vorðið partur av valinum í Skotlandi. 

Tað eru tvær stórar olju- og gassleiðir, onnur nær við føroyska markið, Rosebank og hin norðaliga í Norðsjónum, Jackdaw, sum hava fingið politikarar og vinnulívsólk upp úr stólinum. Tí hóast stórur tørvur er á bæði olju og gassi í ikki bara Bretlandi men í Evropa sum heild og hóast kríggini í Ukraina og nú eisini í Miðeystri seta alsamt størri krøv til økta framleiðslu í Evropa, so er bretski orkuráðharrin Ed Miliband ikki til at vika. Hann ynskir olju og gass, har piparið grør, hóast Bretland í dag innflytir 70 til 75 % av síni  orkunýtslu, eitt nú Norra. Heldur innflyta olju og gass úr øðrum londum enn framleiða tað í Bretlandi.

Málið er vorðið so mikið týðandi í valstríðnum í Skotlandi, at tað hevur sett kílar í flokkar eitt nú Labour flokkin, har alsamt fleiri tingfólk nú venda sær ímóti teirra egna orkuráðharra, sum tey siga er við til at forkoma arbeiðsplássum og týðandi inntøkum frá olju- og gassvinnuni.

Nú ljóðar, at valdsmikli fíggjarráðharrin Rachel Reeves ætlar at taka starvsbróðurin Miliband av ræði so ella so. Hon hevur aftur og aftur víst á, hvussu stóran týdning olja og gass hava fyri bretska samfelagið. 

Í Skotlandi síggja tey arbeiðspláss hvørva hvørja viku, nú virksemi í olju- og gassvinnuni er minkandi vegna  manglandi íløgur í bæði nýggja leiting og framleiðslu. Orkuráðharrin vísir øllum hesum aftur og sigur, at grøna orkuskiftið fer at koma ístaðin og ongantíð ov skjótt. Tað er bara ikki veruleikin vísa hansara andstøðingar á. Eitt nú er SNP tjóðarflokkurin í Skotlandi eisini farin á barrikadurnar til tess at steðga niðurleggingini av hesi fyri Skotland so týðandi vinnu. 

Tað ljóðar nú eisini, at orkuráðharrin, sum eigur endaliga orðið í góðkenningunum av teimum báðum stóru oljuleiðunum, hevur ætlanir um at bíða við viðgerðini til í heyst. Gitt verður eisini um, at orsøkin til at góðkenningarnar av Rosebank og Jackdaw ganga so seint er fyri at fáa skotska valið frá hondini fyrst. Labour vil tryggja sær ikki at missa stuðul frá teimum grønu, um tað undan valinum góðkennir tvær so stórar olju- og gassútbyggingar. 

Tað er greitt, at onnur av oljuleiðunum, Rosebank, sum liggur einans 10 kilometrar frá føroyska markinum, kann koma at skapa nýtt virksemi í føroyska økinum til eitt nú føroyska veitaravinnu. Eisini kann hon fáa týdning fyri framtíðar leiting á markinum og føroysku megin markið eisini. Enn ein stór oljukelda, Cambo liggur enn nærri markinum  og verður í løtuni arbeitt við eini útbyggingarætlan av hesi kelduni eisini. Við øðrum orðum kann alt økið eystan fyri markið gerast ein olju- og gasshubbur komandi árini.

Tað er nú greitt, at Rosebank keldan eystan fyri Føroyar er vorðin ein partur av skotska valstríðnum.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder