2020-11-30 13:55
Prískreppan, sum tók dik á seg móti endanum av 2014, varð seinni avloyst av korona og lækkandi eftirspurningi, sum hevði við sær, at oljuprísurin eitt skifti fyrr í ár kavaði undir 20 dollarar við stórum avleiðingum fyri vinnuna sum heild.
Nú nærkast prísurin so 50 dollarum serstakliga orsakað av vónunum til koppingarevni móti korona.
Í norska oljuhøvuðstaðnum Stavanger - eitt av knútapunktunum í norskari oljuvinnu, sum í mong mong ár hevur notið gott av stóra oljuríkidøminum, ið stavar frá fimti ára virksemi á norska landgrunninum - merkja tey tó væl kreppuna. Fimtahvør skrivstova í miðbýnum í Stavanger stendur tóm. Oljufeløgini og veitarafeløgini til oljuvinnuna, sum hava átt innivist har í fleiri áratíggu, eru antin farin á heysin, rýmd ella løgd saman við øðrum feløgum fyri at minka um útreiðslurnar. Tøl vísa, at 20,4% av skrivstovuhølunum í miðbýnum í Stavanger standa tóm ella 2,2% fleiri enn fyri einum ári síðani.
Undan prískreppuni í 2014 var sera stórt virksemi í norska oljuhøvuðsstaðnum. Í dag viðganga mong, at alt ov nógv varð bygt í teimum góðu tíðunum. Bjartskygni var ovurstórt í árunum frá 2008 til 2014. Alt bar til uttan mun til kostnað. Varð farið at byggja skrivstovubygningar, so vórðu ein ella fleiri hæddir aftrat bygdar omaná, tí mett varð, at eftirspurningurin fór ongan enda at fáa, nú virksemi á landgrunninum bara vaks og vaks. Men so rakti prískreppan, og eitt leigumál fyri og annað eftir varð sagt upp.
Hóast døpru útlitini í oljuvinnuni seinastu góðu fimm árini, eisini vegna grønu bylgjuna, so verður tó roknað við, at virksemið fer at vaksa aftur, nú tørvur verður at finna og útbyggja nýggjar goymslur, sum kunnu avloysa tær, ið longu eru við at tømast.
Hóast vaksandi mótstøðu í Norra móti at gera fleiri íløgur í nýggja leiting og útbyggingar, so bendir mangt á, at leitingin fer í gongd aftur og harvið eisini útbyggingar av olju- og gassfeltum.
Norski búskapurin, sum er ein hin fremsti í heiminum, byggir í stóran mun á inntøkurnar og virksemi frá olju og gassi í norsku undirgrundini.
Herfyri lat stjórnin upp fyri eini nýggjari útbjóðing til leiting, ta 25. í røðuni, eitt nú í Barentshavinum. Um somu tíð verður við spenningi bíðað eftir einum dómi í norska Hægstarætti um framtíðar oljuleiting í Arktis. Tað eru umhvørvisfeløg við Greenpeace á odda, sum eru farin til Hægstarætt fyri at fáa hann at steðga framtíðar oljuboringum í Barentshavinum. Tey byggja sítt krav á, at norska Grundlógin noktar fyri virksemi á landgrunninum, sum kann elva til dálking av ymsum slag. Dómurin fellur í málinum ein av komandi døgunum. Líknandi mál hevur áður verið roynt í einum lægri rætti, men varð tá víst aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald