Koronasóttin hevur verið og er framvegis orsøkin til, at ráðstevnur og messur kring heimin verða antin avlýstar ella útsettar. So er eisini við teimum báðum stóru oljumessunum í ávikavist Norra og Skotlandi, messur, sum fyrr vórðu væl vitjaðar av føroyingum og føroyskum fyritøkum. ONS messan, sum er í Stavanger annaðhvørt ár, varð avlýst í fjør. Nú túrurin kemur til hina stóru oljumessuna í skotska Aberdeen, Offshore Europe, er avgjørt at útseta hesa til frá 1. til 5. februar komandi ár. Hon skuldi annars havt verið í september í ár. Orsøkin til útsetanina er óvissan um heilsu og trygd siga stigtakararnir sambært Energy Voice.
Kortini er avgjørt at halda eina alternativa ráðstevnu á netinum ístaðin. Hon fer at vera í døgunum 5. til 7. september. Hon fer sostætt at vera stutt fyri altjóða veðurlagsráðstevnuna COP26, sum verður hildin í Glasgow í november. Phil Chandler, stjóri fyri Offshore Europe, sigur, at ráðstevnan í ár fer at varpa ljós á grøna orkuskiftið og stuðla uppundir leiklutin hjá vinnuni at røkka net-null útláti.
Ein høvuðsorsøkin til at útseta ráðstevnuna er avgerðin hjá bretsku stjórnini at vísa størri varsemi, nú nýggi Covid-19 delta varianturin vísir seg at breiða seg skjótari enn roknað við. Umframt vanligu oljumessuna er eisini avgjørt at útseta eina aðra ráðstevnu undir heitinum “All-Energy and Dcarbonise conference”.
Aberdeen hevur verið vertur fyri Offshore Europe oljumessuni í nærum 50 ár. Føroyingar hava trúliga vitjað messuna nærum øll árini, og fyrstu ferð stórt føroyska ferðalag við nærum 70 luttakarum vitjaði í Aberdeen, sum fekk heitið evropeisiki oljuhøvuðsstaðurin, var í 1991, tá ikki færri enn tveir landsstýrismenn vóru við.
Oljumessan hevur stóran búskaparligan týdning fyri Aberdeen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald