Uttanlands

Oljumilliardirnar fossa inn í norska statskassan

Stóri vøksturin í bæði olju- og gassprísum kemur væl við hjá Norra

Troll feltið - ein norsk peningamaskina

Troll feltið - ein norsk peningamaskina

2021-12-15 12:51 Author image
Jan Müller
placeholder

Norra hevði eitt yvirskot uppá 78,7 mia. norskar kr.  á handilsjavnváganum í november skrivar norski hagtalsstovnurin “Statistisk sentralbyrå” í morgun.

Hetta eru tó 5,8 mia. kr. minni enn í metið í oktober. Samlaði vøruútflutningin var uppá 158,1 mia. kr. í november og setti met fimta mánaðin á rað.  Tað er tvífalt so nógv sum fyri november í fjør, skrivar Finansavisen.

Hægri orkuprísir og serliga á gassi eiga mesta av framgongdini. Vøruinnflutningurin var uppá 79,4 mia. kr. í november.

Virðið á útflutninginum á gassi var 72,6 mia. kr. í november og nærum fimm ferðir so nógv sum fyri november í fjør. Útflutningurin á olju var uppá 34.6 mia. kr. og hækkaði við 83,4% í mun til sama mánað í fjør. Høvuðsorsøkin var ein vøkstur í oljuprísinum úr 394 til 699 kr. fyri fatið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder