Oljuprísurin er mikumorgun góðar 82 dollarar ella millum 2 og 3 dollarar hægri enn undan Biden kunnaði um avgerðina at lata upp fyri oljugoymslunum.
Orsøkin til at prísirnir ikki eru lækkkaðir sum ætlað er tann, at íleggjarar halda, at amerikanska stigið er ikki víttgangandi nokk. Nøgdin uppá 50 mió. tunnur av olju meta teir vera ov lítla skrivar Reuters.
Amerikanska avgerðin kom eftir, at Opec+ londini ikki vildu ganga einum amerikonskum ynski um at økja framleiðsluna á møti.
Nú verður so bíðað eftir, hvat Opec+ londini fara at svara aftur til amerikanska stigið. Tey hava fund 2. desember. Møguliga fara tey at taka aftur verandi økingina í framleiðsluni heldur enn at hækka framleiðsluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald