Uttanlands

Oljuprísur 100 dollarar eftir russiska innrás

Eftir at Russland í nátt hevur gjørt innrás í Ukraina er prísurin á olju hækkaður til góðar 100 dollarar fyri tunnuna.

Avgerð hjá russiska forsetanum at gera innrás í Ukraina fær nú avleiðingar fyri bæði olju- og gassprísirnar

Avgerð hjá russiska forsetanum at gera innrás í Ukraina fær nú avleiðingar fyri bæði olju- og gassprísirnar

2022-02-24 08:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Seinastu ferð prísurin var so høgur var í september 2014. Prísurin var í morgun 102,02 dollarar og er tað ein hækking uppá 4,6 % síðani á miðnátt. 

Eisini prísurin á gassi hækkar eftir tíðindini um innrásina. Russland er størsti veitari av olju, gassi og koli til ES. Í gjár gjørdi týski kanslarin Olaf Sholtz greitt, at Týskaland fer ikki at góðkenna russisku gassleiðingina Nord Stream 2. Tað kann fáa orkuprísirnar at hækka enn meira. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder