2020-11-12 12:10
Oljuprísurin togar seg framvegis uppeftir og rakk í gjár teimum 45 dollarunum fyri tunnuna, tað mesta síðani august. Orsøkirnar eru fleiri. Koppingarevni móti korona, lækkandi goymslur í USA og ikki minst vónirnar til komandi OPEC fundin seinast í november. Tá verður roknað við, at OPEC londini fara at fasthalda avmarkingarnar í framleiðsluni. Ætlanin hevur annars verið at minka um avmarkingarnar frá januar við 2,2 mió. tunnum. Tað verður nú helst av ongum.
Orkuráðharrin í Algeria segði í gjár, at OPEC fer helst at leingja avmarkingarnar uppá 7,7 mió. tunnur um dagin til 2021 og møguliga enn longur. Um somu tíð sum hesi tíðindini ganga, so frættist um vaksandi koronatilburðir í mongum londum og her ikki minst í Evropa og USA. Heldur tann gongdin fram fer tað at toga oljuprísin niðureftir aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald