Oljuprísurin hækkaði við 12% úr 69 dollarum til 78 dollarar fyri tunnuna stutt eftir ísraelska álopið á Iran seinastu nátt. Síðani er hann lækkaður nakað attur til umleið 74 dollarar.
Eygleiðarar siga, at stóri spurningurin er nú, um støðan fer at versna við iranskum mótálopum. Hetta kann gera støðuna í Miðeystri sum heild álvarsliga, serstakliga tá hugsað verður um, at stórur partur av heimsins olju- og gassnýtslu kemur frá økjum nærhendis Iran eitt nú Qatar, sum stendur fyri stórum parti av LNG framleiðsluni í heiminum. Fer Persiski flógvin at verða nervaður av støðuni, so kann hetta hava uppaftur størri ávirkan á oljuprísin. Enn er tó ov tíðliga at siga nakað, um nýggj álop kunnu vera við til at ávirka orkustøðuna í heiminum.
Oljuprísurin farin upp í loft aftur sambært E-24
Endar tað við stórkríggi í Miðeystri kann tað fáa oljuprísin at fara upp í loft, og tað kann ávirka so gott sum allar vinnugreinar og heimsbúskapin sum heild. Bíðað verður eftir, hvat USA fer at fyritaka sær, nú eftir ísraelsku álopini. Um tað skuldi hent, at USA leggur seg út í stríðið, so kann tað hava við sær óvanliga høgar oljuprísir
Greinarar siga, at um Iran fer at fremja álop á Ísrael við nógvari megi, so kann tað henda, at oljuprísurin hækkar til 80 dollarar ella enn hægri. Ein avleiðing av støðini kann eisini vera, at Iran stongir Hormuz sundið, sum so aftur kann hava avleiðingar fyri allan heimsbúskapin. Stórur partur av heimsins olju og gassi fer gjøgnum Hormuzsundið.
Hjá íløgubankanum JPMorgan Chase siga tey, at eitt "worst case cenario" kann vera, at oljuprísurin tvífaldast til 130 dollarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald