Uttanlands

Oljuprísur 100 dollarar stongir Iran Hormuz sundið

Eftir amerikanska bumbuálopið á Iran seinastu nátt rokna eygleiðarar við, at oljuprísurin kann hækka til 100 dollarar fyri tunnuna

2025-06-22 11:33 Author image
Jan Müller

Seinastu nátt bumbaðu amerikonsk B2 flogfør fleiri kjarnorkustøðir í Iran. Enn er ov tíðliga at siga nakað um avleiðingarnar og um hvussu meint rakt  kjarnorkuverkini eru.

[object Object]

Greinarar ávara um ein oljuprís uppá 100 dollarar í kjalarvørrinum á álopinum, men leggja aftrat, at hetta veldst um, hvat Iran nú fer at gera.Tað ringasta, sum kann henda, er um Iran stongir Hormuz-sundið. 

[object Object]

Tað ljóðar longu, at Iran fer at leggja eftir amerikonsku herstøðunum í Miðeystri, har USA hevur 40.000 hermenn. Enn ein avleiðing kann gerast, at Iran stongir Hormuz-sundið, haðani stórur partur av heimsins oljunýtslu stavar. '

[object Object]

Sambært Bloomberg vórðu 16,5 mió. tunnur av olju fluttar gjøgnum Hormuz-sundið um dagin í 2024. Hetta er olja frá fleiri londum. Enn ein møguleiki er, at Iran steðgar útflutinginum av egnari olju, sum eisini hevur stóran týdning fyri fleiri lond. 

[object Object]

Oljuprísurin er vaksin við 16 % síðani kríggið byrjaði 11. juni. Í løtuni er prísurin góðar 77 dollarar fyri tunnuna. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald