Ein av teimum, sum fegnast um vápnahvíldina er norski orkuráðharrin Terje Aasland, sum vónar, at til ber at fáa eina endaliga avtalu millum USA og Iran. Hann vónar, at flutningurin av olju og gassi nú kemur í eina trygga og støðuga legu aftur, soleiðis at virksemið kann vaksa aftur.
Hann vísir eisini á ta sannroynd, at gassprísirnir eru lækkaðir nógv, og tað fer at gera tað lættari fyri ídnaðin í Evropa.
![]()
Hóast avtaluna so verður roknað við, at prísirnir fara at liggja rættiga høgt komandi tíðina hetta ikki minst orakað av, at olju- og gassútbúnaður í Miðeystri hevur fingið stóran skaða, og at tað fer at taka drúgva tíð at umvæla hann aftur sambært Bloomberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald