Uttanlands

Oljuprísur kavar eftir Trump-Putin ætlan

Prísurin á olju er lækkaður til 66 dollarar eftir tíðindi um eina møguliga avtalu um Ukraina millum Trump og Putin

2025-08-09 10:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Í gjár fall oljuprísurin niður á góðar 66 dollarar fyri tunnuna eftir tíðindi um, at avtala møguliga er gjørd millum amerikanska og russiska forsetarnar um Ukraina. Tað skilst, at landaøki skulu broytast. Sambært Bloomberg eru samrøður millum Trump og Putin, sum skulu steðga kríggið við eini  avtalu millum stórveldini um Ukraina, sum verður á skránni á fundi millum forsetarnar báðar í næstu viku.

Í avtaluni skal Rusland steðga álopini í Kherson og Zaporizjzja økjunum. Tó er ógreitt um smálutirnar í eini møguligari avtalu. Samtíðis skal Rusland varðveita rættin yvir økjum landið hevur hertikið undir krígnum. Putin ynskir, at Ukraina letur frá sær alt Donbas økið fyri eystan og góðtekur russiska ræðisrættin yvir Krim, sum landið hertók í 2014.

Verður ein slík avtala veruleiki, so verður Ukraina tvingað til at taka sínar herdeildir út úr pørtum av Luhansk og Donetsk. Hetta eru øki, sum Ukraina enn hevur ræði á. Hetta fer at vera ein sigur fyri Rusland, sum ikki hevur megnað at vinna í hesum økjum, skrivar Bloomberg.

Seinastu tíðindini í málinum eru, at ukrainski forsetin vísir avgjørt aftur eina avtalu, sum hevur við sær, at Ukraina skal geva frá sær landaøki. Trump segði í gjár, at ein avtala er á borðinum, sum snýr seg um landaøki. Hann sigur eisini, at hann skal hitta Putin í Alaska fríggjadagin í komandi viku. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder