2021-02-09 12:53
So kom dagurin, tá oljuprísurin aftur náddi gomlum hæddum, nevniliga 60 dollara markinum. Mánamorgun hækkaði dollarin til omanfyri 60 dollarar fyri tunnuna, og í dag er oljuprísurin 60.78 dollarar. Eitt skifti seinastu nátt var prísurin omanfyri 61 dollarar. Bara í februar er prísurin hækkaður við nærum 11% skriva altjóða orkumiðlar. Seinastu tríggjar mánaðirnar er prísurin hækkaður við 50%. Hetta er fyrstu ferð síðani januar í fjør, at prísurin er farin upp um 60 dollarar.
Hyggja vit eftir prísgongdini síðani koronasóttin tók dik á seg í mars/apríl í fjør, so var oljuprísurin 60 dollarar í januar 2020. Í apríl kavaði hann niður á umleið 20 dollarar fyri síðani at kvinka spakuliga uppaftur á 40 dollarar seinasta summar. Og í dag fyri so at liggja um 60 dollarar.
Høvuðsorsøkirnar til hækkingina er avgerðin hjá Opec at varðveita verandi avmarkingar í framleiðsluni umframt vónirnar til ein stóran hjálparpakka í USA. Hetta vil norska greinarafyritøkan Rystad Energy vera við.
Tað er áhugavert at leggja til merkis, at oljuprísurin hækkar í eini tíð, har koronasóttin framhaldandi ger um seg kring heimin, og harvið er flutningur so sum flogferðsla framvegis nógv darvað.
Sambært Bloomberg er avmarkingin í framleiðsluni í løtuni uppá 7 mió. tunnur men væntandi fara londini í Opec og Russland um tveir mánaðir at umrøða avmarkingina aftur og møguliga minka um avmarkingarnar.
Roknað verður eisini við, at eftirspurningurin fer at hækka aftur sohvørt vaksinantiónirnar móti korona fara at virka. Eftirspurningurin úr Kina er so smátt farin at vaksa aftur skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald