Uttanlands

Oljuprísur nærkast 80 dollarum

Framhaldandi álopini frá bæði USA og Iran orsøk til, at oljuprísurin hækkar aftur

2026-07-13 15:23 Author image
Jan Müller
placeholder
Eftir at hava lækkað til nærum 70 dollarar fyri tunnuna herfyri, er oljuprísurin nú aftur við at nærkast teimum 80 dollarum. Í morgun var hann  góðar 79 dollarar, eftir eina hækking uppá góð 3,5 dollarar ella 5% seinastu dagarnar.

Orsøkin eru framhaldandi álopini frá bæði USA og Iran. USA sigur, at tað fer ikki at gevast við sínum álopum á mál í Iran, fyrr enn Iran gevst við sínum royndum at steðga ferðsluni í Hormuz sundinum.

Fleiri skip eru vorðin rakt undir iranskum rakettálopum seinastu dagarnar. Hetta skrivar Reuters. Iran heldur samtíðis fram við álopum á amerikanskar herstøðir í økinum nær Persiska flógvan eins og á londini, sum hýsa herstøðum hjá USA.

Enn tykist eingin loysn í eygsjón, hóast Trump forseti aftur og aftur sigur, at tekin eru um framgongd í samráðingunum. Iran vísir aftur útsøgnunum frá USA. Tvørturímóti eru iranskar hóttanir um at taka lívið av Donald Trump, sum hevur ávarað um, at ger Iran álvara av sínum hóttanum, fer hann at seta í verk ógvuslig álop á landið. 

Støðan í Hormuz sundinum hevur nú varað í skjótt eitt hálvt ár og hevur sundið verið stongt størsta partin av tíðini, tó at skip hava kunnað siglt gjøgnum sundið, tá samráðingar hava verið og vápnahvíld hevur skapt ein skoða fyri skipaferðsluni. Í dag fer ein fimtingur av heimsnýtsluni av olju og gass gjøgnum Hormuzsundið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder