Uttanlands

Oljuprísur nærkast aftur 80 dollarum

Hóast Omicron frábrigdið ger um seg í nógvum londum, og tað ávirkar virksemið, heldur oljuprísurin fram við at hækka

2021-12-27 18:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Seinnapartin var oljuprísurin 78,8 dollarar fyri tunnuna, ein vøkstur eftir jólahøgtíðina uppá 3,8% skrivar Bloomberg. Undan Omikron var prísurin eitt skifti nærum 86 dollarar, men tá nýggja korona frábrigdið fekk fastatøkur var prísurin eitt skifti niðri á 68 dollarum. Samanumtikið er oljuprísurin vaksin við 14,7% bara í desember. 

Ein orsøk til at Omikron ikki hevur ávirkað oljuprísin er tann, at fylgjurnar av Omikron eftir øllum at døma eru nógv minni álvarsligar enn hildið varð frá byrjan. Hildið verður at vaksinerað ikki gerast so sjúk av nýggja frábrigdinum. 

Annars hevur Omikron nú størri avleiðingar í USA enn Delta frábrigdið. Sama støða ger seg galdandi í Kina.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder