Uttanlands

Oljuprísur undir 80 dollarar

Fyri fyrstu ferð síðani februar er oljuprísurin lækkaður undir 80 dollarar.

2024-06-04 11:05 Author image
Jan Müller
placeholder
Talan er um eina lækking uppá 4%  og var prísurin í morgun 77,34 dollarar fyri tunnuna. Hetta hendir hóast Opec+ londini sunnudagin avgjørdu at halda fram við framleiðslulækkingunum alt hetta árið skrivar Bloomberg. Kortini eru tað fleiri lond, sum fara at gevast við lækkingunum longu í oktober.

Samlaða lækkingin hjá Opec í framleiðsluni er 2,2 mió. tunnur um dagin. Einans átta av teimum 18 limalondunum í Opec hava sjálvboðin gjørt av at varðveita lækkingina í framleiðsluni. Hesi standa fyri 30% av samlaðu oljuframleiðsluni í heiminum. 

Prísurin er støðugt lækkaður seinastu fýra mánaðirnar. Eitt skifti í apríl var hann omanfyri 90 dollarar. Hjá Opec rokna tey við, at eftirspurningurijn eftir olju fer at hækka við 2,2 mió. tunnum um dagin,og at fleiri lond fara at laga sína framleiðslu til økta eftirspurningin sohvørt.

Um somu tíð sum oljuprísurin lækkar hækkar prísurin á gassi. Orsøkin til hesa størstu hækkingina í ár er steðgur í eini av framleiðslunum í Norra, sum annars er størsti framleiðarin av gassi til Evropa. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder