Oljuprísurin er hækkaður munandi seinastu tíðina og kom í gjár uppá góðar 90 dollarar fyri tunnuna. Hetta er hægsti oljuprísur síðani oktober í fjør. Og útlit eru til, at hann fer at hækka enn meira í hesum árinum. Greinarar rokna við einum oljuprísi uppá 100 dollarar móti endanum av 2024. Ein orsøk til hækkingina er undirskot í oljuframleiðsluni. Eftirspurningurin er størri enn framleiðslan. Og nógvar orsøkir eru til støðuna eitt nú búskaparvøkstur í fleiri londum.
Altjóða orkustovnurin IEA segði fyri stuttum, at undirskot fer at vera í altjóða framleiðsluni av olju. Annars hevur verið hildið, at framleiðslan fór at gerast størri enn eftirspurningurin. Roknað verður við, at OPEC eisini fer at varðveita sína skerjing í oljuframleiðsluni uppá 2 mió tunnur um dagin.
IEA væntar, at henda minking fer at halda fram restina av hesum árinum. Kortini eru fólk í sama IEA, sum halda, at møguleiki er fyri, at Opec+ londini fara at økja um aftur framleiðsluna seinna hálvár sambært Bloomberg News.
Um tað skuldi hent, at Opec kortini fer at taka avgerð um heilt at gevast við skerjingunum, tá væntar IEA, at oljuframleiðslan verður størri enn nýtslan. Stovnurin væntar, at meðal oljunýtslan fer at vera 103,2 mió. tunnur um dagin í 2024. Síðani slík meting varð gjørd í juni í fjør er hon vaksin við 50% skrivar Bloomberg.
Hóast oljuprísurin er hækkaður við nærum 20% í ár, so verður ikki roknað við, at hann fer at lækka aftur í bræði. -Vit halda, at seinastu príshækkingarnar stava frá nýggjum geopolitiskum avbjóðingum. Ukraina heldur fram við at gera álop á oljuútbúnað í Ruslandi í eini roynd at minka um russisku inntøkurnar frá oljuni, meðan stríðið í Miðeystri er við at gerast uppaftur verri eftir álop á iranska konsullátið í Sýria sigur UBS í eini viðmerking.
Íløgubankin UBS roknar ikki við, at prísurin fer at lækka, nú eitt nú ferðslan í USA hesa árstíðina fer at økjast munandi eins og flogferðslan kring heimin eisini fer at økjast enn meira eftir koronatíðina. Tí metir bankin, at vaksandi eftirspurningurin eftir olju og gassi fer at halda sær. UBS heldur eisini, at geopolitiskar kreppur fara framhaldandi at økja um tørvin á olju. Hjá JP Morgan bankanum halda tey, at tað er ikki ósannlíkt, at oljuprísurin fer at røkka 100 dollarum, um geopolitiska støðan heldur fram og versnar. Aðrir greinarar halda tó, at tað er meira sannlíkt, at oljuprísurin fer at liggja onkunstaðni omanfyri 80 dollarar seinni í ár.
Hyggja vit so eftir hvat greinarar í øðrum bankum meta um oljuprísin, so sigur Jyske Bank, at hann verður 97 dollarar seinni í ár, meðan Goldman Sachs sigur, at hann fer at nærkast 100 dollarum.
Keldur: IEA, Bloomberg, Oil Price, World Oil, EnergyWatch, Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald