Uttanlands

Oljuprísurin kavar

Orsøkin: Samráðingar í gongd millum USA og Iran

2026-02-02 14:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Sunnudagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at samráðingar eru millum USA og Iran. Tað fekk alt fyri eitt oljuprísin at kava við meira enn 6%. Oljuprísurin er mánamorgun 65,41 dollarar.

Í farnu viku gekk júst øvugta vegin, tá tíðindi bórust um, at amerikanskur herfloti hevði sett kós móti Iran. Tá hækkaði prísurin úr 66 dollarum til omanfyri 70 dollarar og var tá tann hægsti síðani august í fjør.

Samráðingar millum USA og Iran koma í kjalarvørrinum á úttalilsi frá iransku stjórnini um, at eitt amerikanskt álop á Iran fer at hava við sær kríggj í øllum Miðeystri. Hótt verður eisini við tiltøkum í Hormuz sundinum, sum er so týdningarmikið fyri altjóða oljumarknaðin. Tað kann fáa óbótaligar avleiðingar fyri oljuprísin, nakað, sum amerikanski forsetin framum alt við forða fyri, nú hann hevur lovað sínum veljarum lægri oljuprís og betri liviumstøður.

Eygleiðarar siga, at Trump vil gera alt hann kann fyri at forða fyri, at oljuprísurin aftur fer upp á 70 ella fyri tað 80 dollarar. Tað kann fáa avleiðingar fyri komandi miðval í USA í november. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder