Tað er amerikanski orkustovnurin EIA, sum metir, at oljuprísurin í 2022 fer í meðal at liggja um 72 dollarar, tað er ein lækking uppá góðar 10 dollarar í mun til verandi oljuprís. Hann er í dag umleið 85 dollarar fyri tunnuna.
EIA heldur, at oljuprísurin fer at halda sær á núverandi støði tvs. í 80-unum restina av árinum. Men so fer hann at lækka munandi í komandi ári. Orsøkin heldur stovnurin, sambært Finansavisen, verður vøkstur í framleiðsluni hjá Opec+ og amerikonsku oljuframleiðsluni.
USA fer í 2022 í meðal at framleiða 11,90 mió. tunnur um dagin. Tað er eitt sindur meira enn fyri 2021, og orsøkin til vøksturin eru minkandi avleiðingarnar av ódnini Ida.
EIA skrivar víðari í síni seinastu frágreiðing, at samlaða oljuframleiðslan í 2021 fer at vera 97,53 mió. tunnur um dagin. Fyri 2022 verður dagsframleiðslan nakað hægri, umleið 100,88 mió. tunnur. Hetta er umleið á sama støði sum undan korona í 2019.
Hyggja vit eftir metingum og gitingum hjá ymsum greinarum av oljuprísinum, so meta fleiri stórbankar, at hann fer at hækka til 90 dollarar í næstum og møguliga til 100 dollarar við ársenda.
Keldur: Finansavisen, World Oil, Oilprice.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald