Uttanlands

Oljuprísurin rapar

Eftir bert fáum vikum er oljuprísurin lækkaður úr umleið 95 dollarum til 85 dollarar fyri tunnuna

2023-10-05 16:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Orsøkin til brádligu lækkingina av oljuprísinum eru tíðindi um nýggj og lægri goymslutøl í USA eins og ótti fyri altjóða búskapinum við vaksandi rentum. Eisini høgi dollarin merkir oljuprísin. Prísvøksturin merkir, at avgerðin hjá Saudi Arabia og Russlandi herfyri at halda fram við at avmarka framleiðsluna hevur ikki eydnast nóg væl skrivar NTB.

Oljugreinarin Bjarne Schieldrop væntar, sambært e24, at ein meðalprísur uppá 85 dollarar fer at halda sær í fjórða ársfjóðingi, um so er at Saudi Arabia og Russland halda fram við at  avmarka framleiðsluna. Men hendir tað, at londini aftur fara at økja um framleiðsluna, er vandi fyri, at prísurin kollapsar. Seinasta ógvusliga príshækkingin uppá 5,4% er tann hægsta ein einstakan dag í nærum eitt ár.

Kendi oljugreinarin frá SEB heldur, at hækkandi renturnar fara at steðga vøkstrinum, sum so aftur hevur við sær minni eftirspurning eftir olju.

USA er heimsins størsti brúkari av olju, og tí eru goymslurnar í USA avgerandi fyri, hvat marknaðurin heldur um komandi eftirspurningin. Eisini minni búskaparligur vøkstur kann hava við sær minni tørv á olju. Og fellur eftirspurningurin hevur tað vanliga við sær lægri oljuprís.  

Enn ein óvissa, sum kann ávirka oljuprísin, er búskaparliga støðan í Kina. Tekin eru um minkandi vøkstur í búskapinum. Oljupríshækkingin hevur eisini stóran týdning fyri gongdina í norska búskapinum men er verandi príslækking ikki ein hóttan móti norska búskapinum sigur oljugreinarin.

Keldur: E24, NTB og Oilprice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder