Uttanlands

Oljuprísurin undir 100 dollarar

Covid og afturgongd í heimsbúskapinum partur av orsøkini

2022-07-13 10:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyri aðru ferð í eina viku er oljuprísurin farin undir 100 dollarar. Í gjár var hann umleið 99 dollarar fyri tunnuna. Tað var ein lækking uppá 6,9%.

Oljuprísurin hevur verið rættiliga óstøðugur seinastu tíðina. Sambært Bloomberg er orsøkin til lækkingina m.a. Covid-19, sum aftur er farið at gera um seg fyrst og fremst í Kina, men eisini aðrastaðni kring heimin.

Ein onnur osøk er afturgongdin í altjóða búskapinum. Marknaðurin er merktur av óvissuni um heimsbúskapin við høgum orkuprísum, høgari inflatión og tjóðarbankum við tí amerikanska Fed á odda, sum hava verið noyddir til at broyta peningapolitikkin. Fed hækkaði í juni rentuna við 0,75%, sum var ein tann størsta síðani 1994. Eisini er ótti fyri resessión, sum kann hava við sær afturgongd í búskapinum.

Virðið á dollaranum hækkaði til tað hægsta í 20 ár, og tað er eisini óheppið fyri heimsbúskapin.

Enn ein orsøk til príslækkingina er, at amerikonsku goymslurnar eru um at fyllast, tí eftirspurningurin eftir olju er minkaður.

Í løtuni verður í spenningi fylgt við, hvat hendir við gassveitingunum úr Russlandi til Evropa, nú Russland hevur stongt størstu gassleiðingina Nord Stream1 fyri at gera umvælingararbeiði í 10 dagar. Men ótti er fyri, at Russland als ikki ætlar at lata uppaftur fyri gassveitingini til eitt nú Týskland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder