Útlit eru til, at Opec+ oljuframleiðandi londini fara at framskunda fund um framleiðsluavmarkingarnar til hesa vikuna - ein fundur, sum annars skuldi vera hildin í næstu viku. Hetta skriva Bloomberg nNews. Roknað verður við at londini fara at umrøða størri fleksibilitet í verandi avmarking av oljuframleiðsluni, tvs. at longja avmarkingarnar til 1. september.
Verandi sáttmálin, sum varð gjørdur í apríl, tá bæði eftirspurningur og prísir fóru í botn orsakað av koronasóttini, leggur upp til at bremsa avmarkingarnar longu frá juli. Men tað verður so upp til komandi fundin at taka ta avgerðina. Tann fundurin verður so umvegis netið. Algeriski orkuráðharrin Mohamed Arkab, sum stendur fyri formansskapinum, hevur skotið upp at halda fundin 4. juni heldur enn 9. ella 10. juni. Opec+ felagsskapurin, sum telur 23 oljuframleiðandi lond, er undir leiðslu av Saudi Arabia og Russlandi.
Á fundi í apríl samtyktu londini at minka um framleiðsluna við 9,7 mió. tunnum um dagin ella umleið 10% av heimsins framleiðslu av olju. Henda avmarking skuldi so vera í gildi í mai og juni. Haraftrat avtalaðu nøkur av londunum enn eina lækking uppá 1,2 mió. tunnur í juni soleiðis at samlaða skerjingin bleiv 11 mió. tunnur um dagin. Síðani skuldu avmarkingarnar minka aftur til 7,7 mió. tunnur um dagin í juli. Nú verður so umhugsað at bíða við hesi minking í upp til tríggjar mánaðir.
Oljuprísurin hækkaði annars nógv í týsdagin og er farin upp um 40 dollarar fyri tunnuna. Hetta er hægsti prísurin í tríggjar mánaðir. Í apríl var hann komin niður á 16 dollarar.
Ein orsøkin til hækkingina er vaksandi eftirspurningurin í Kina umframt skerjingarnar hjá Opec+ londunum. Eisini lækkandi talið av oljupallum í USA hevur ávirkan á oljuprísin.
Hóast oljuprísurin hevur togað seg uppeftir aftur, so er hann kortini væl lægri enn í endanum av 2019, tá hann var umleið 60 dollarar. Hóast hækkingina nú er prísurin munandi lægri enn tað fleiri av oljulondunum tørva fyri at megna sínar útreiðslur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald