Innanlands

Oljutangin hjá SEV tikin niður

14 metrar av 20 metrar høga tanganum, sum fekk skaða í illveðrinum í september, eru tiknir niður

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-05 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggi oljutangin hjá SEV á Sundi smokkaði saman í illveðrinum í september, og fríggjadagin varð stórur partur av honum tikin niður.

Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV sigur við Portalin, at fyribils eru 14 metrar av 20 metrar høga skadda tanganum tiknir niður, og nú verða metingar gjørdar, um hvørt tangin kann standa veturin yvir í verandi líki.

Tangin, sum tekur 8.000 rúmmetrar av olju, skuldi upprunaliga vera liðugur nú í november.

– Farið verður neyvan undir at byggja tangan uppaftur, fyrrenn komandi vár, sigur Heri Mortensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder