Stjórin í Siccar Point Energy, Jonathan Roger, grundgevur avgerðina við, at nú Shell hevur tikið seg úr verkætlanini, ber ikki til at halda ásettu tíðarætlanina. Hann sigur víðari, at felagið hevur brúk fyri meiri tíð til at fóta sær við hesi stóru verkætlan, sum hann framvegis metir vera eina fyrsta floks verkætlan. Hon vil vera við til at tryggja túsundtals arbeiðspláss í oljuvinnuni í Skotlandi og samtíðis geva sítt týðandi íkast til orku-veitingartrygdina hjá Bretlandi og harvið forða fyri, at Bretland gerst bundið at innfluttari olju og gassi. Hann sigur:
“We are pausing the development while we evaluate the next steps. We continue to believe Cambo is a robust project that can play an important part in the UK’s energy security providing homegrown energy supply and reducing carbon intensive imports, whilst supporting a just transition.”
Jonathan Roger, stjóri í Siccar Point Energy
Tað kom sera dátt við fyri oljuvinnuna í Skotlandi, tá Shell herfyri boðaði frá, at tað tók seg úr verkætlanini við teirri grundgeving, at hon varð ikki longur mett at vera fíggjarliga fnóg orsvarlig umframt, at vandi varð fyri fleiri dýrkandi seinkingum. Slíkar grundgevingar meta eygleiðarar stava frá stóru mótstøðuni frá umhvørvisfelagsskapum og politikarum í skotsku stjórnini. Eftir hesa brádligu vend - har Shell tók seg úr verkætlanini - hevur fyristøðufelagið fyri allari verkætlanini, Siccar Point Energy, boðað frá, at tað ynskir at brúka meira tíð til at endurskoða verkætlanina, nú Shell ikki er við longur.
Hesi tíðindini hava fingið umboð fyri fleiri umhvørvisfelagsskapir at úttala, at tað er teirra mótstøða og mótmæli móti útbyggingini, sum nú hevur vent gongdini. Víst verður á at hetta er byrjanin til endan á bretsku olju- og gassvinnuni í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (vestan fyri Hetland). Og henda gongd er í tráð við veðurlagspolitikkin hjá Bretlandi um at minka um útlátið, siga teir.
Tað er tó greitt, at oljuvinnan í Bretlandi, sum telur hundraðtúsundtals starvsfólk, kann als ikki taka undir við royndunum hjá umhvørvisrørsluni at steðga nýggjari oljuleiting og útbyggingum.
Umboð fyri felagið hjá oljuvinnuni Oil and Gas UK, Katy Heidenreich sigur sambært The Herald, at verða ikki gjørdar nýggjar útbyggingar, sum kunnu útvega Bretlandi meira olju og gass í framtíðini, um somu tíð sum verandi goymslur tømast, tá verður hetta ein vanlagna fyri Bretland, ið ikki verður ført fyri at framleiða nokk til egna nýtslu men má innflyta olju og gass úr øðrum londum, har krøvini til útlát als ikki samsvara við tey, sum eru galdandi í Bretlandi í dag. Víst verður eisini á, at oljuvinnan er ein týðandi táttur í royndunum at røkka null útlátsmálinum.
Katy Heidenreich: “We know that continued investment will be required to avoid increasing reliance on imported energy, protect security of supply and deliver a homegrown energy transition."
Meðan báðir partar í hesum fyri Skotland týðandi máli framføra síni sjónarmið, liggur umsóknin til útbygging av Cambo til umrøðu hjá myndugleikanum OGA. Møguliga verður umsóknin løgd á hillina, meðan fyristøðufelagið Siccar Point Energy roynir at finna nýggj samstarvsfeløg til tess at kunna koyra verkætlanina av bakkastokki. Hetta, siga eygleiðarar, kann gerast ein tungur burður, tí flestu av teimum stóru oljufeløgunum eru longu rýmd úr Norðsjónum. Kortini er tað eisini ein sannroynd, at smærri privat oljufeløg hava gjørt sær dælt av støðuni á marknaðinum og hava keypt upp partar av loyvum og longu gjørdum fundum.
Økið eystan fyri Føroyar er longu eitt tað mest týðandi fyri olju- og gassframleiðslu í Bretlandi. Spurningurin í løtuni er, hvørja lagnu framtíðar útbyggingar nær føroyska markið fara at fáa, her eitt nú Cambo og Rosebank.
Men viðmerkjarar halda eisini, at verður Cambo verkætlanin av ongum, uttan mun til orsøkina, so kann tað fáa eitt slag av domino-effekt á annað framtíðar virksemi í Norðsjónum. Fleiri aðrar stórar útbyggingar standa nevniliga meira ella minni klárar til at fara av tekniborðinum og av bakkastokki. Og hetta er so nakað, sum bretska stjórnin ikki ynskir skal henda. So seint sum í hesi vikuni segði bretski ráðharrin fyri Skotland, at neyðugt er at útbyggja nýggjar olju- og gasskeldur í framtíðini. Hann sigur:
“While this is ultimately a commercial decision to be taken independently by Siccar Point Energy, we remain committed to our domestic offshore oil and gas sector, which continues to keep us warm, fuel our cars and strengthen our security of supply while we grow our renewables sector. Without a domestic source of gas, we would be even more reliant on foreign imports.”
Tað er nú upp til oljufeløg eins og íleggjarafeløg, um tey framhaldandi halda, at Norðsjógvurin og økið eystan fyri Føroyar er eitt gott stað at gera framtíðar íløgur í.
Tað er eisini greitt, at Føroyar standa bókstaviliga á síðulinjuni og fylgja hesi gongd við stórum áhuga. Ein avgerð um at halda fram við útbyggingum ella heilt at gevast fer uttan iva at fáa avleiðingar fyri framtíðar virksemi á føroyska landgrunninum eisini - so ella so. Longu í mai næsta ár fer norska Equinor at taka endaliga støðu til enn eina risastóra útbygging, nevniliga av Rosebank kelduni, sum liggur tætt við føroyska markið. Tað er greitt, at bæði tey á Jarðfeingi og tey í Sjóvinnufelagnum hava eitt vakið eygað við, hvat fer at henda komandi mánaðirnar, og hvussu gongdin kann koma at ávirka her um okkara leiðir eisini.
“Time will show”, sum bretar plaga at taka til. Orkan.fo fer at fylgja gongdini í bretskum øki í nýggja árinum eisini.
Framleiðslupallurin, sum er partur av útbyggingini av Cambo oljukelduni.
Hetta verður møguliga framleiðsluskipið á Rosebank oljukelduni eystan fyri Føroyar, um hon verður útbygd.
Keldur: Energy Voice, BBC, Upstream og The Herald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald