Uttanlands

Oljuvinnan í Bretlandi rópar varskó

Labour hóttir við at brandskatta virksemið í Norðsjónum enn meira koma tey til valdið.

Orkumál og framtíðin hjá olju- og gassvinnuni í Bretlandi fyllur nógv bæði í bretska parlamentinum eins og í almenna rúminum.

Orkumál og framtíðin hjá olju- og gassvinnuni í Bretlandi fyllur nógv bæði í bretska parlamentinum eins og í almenna rúminum.

2024-02-21 18:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Felagið hjá fjølmentu olju- og gassvinnuni  í Bretlandi rópar nú varskó um møguligu avleiðingarnar fyri 100.000 arbeiðspláss í vinnuni, kemur Labour til valdið og ger álvara av sínum ætlanum um  at brandskatta vinnuna enn meira.  

Hetta er júst tað, sum Labour í andstøðu hóttir við, koma tey til valdið eftir valið seinni í ár.  Konservativa stjórnin hevur longu álagt vinnuni stórar eykaskattir, og nú ætlar ein komandi Labour-stjórn at leggja uppaftur fleiri skattir á vinnuna. Í báðum førum er grundgevingin ovurstóri vinningurin, sum vinnan hevur havt seinastu árini.  

Hetta hevur fingið leiðsluna í tí stóra felagnum, sum umboðar nærum alla orkuvinnuna í Bretlandi, til at mótmæla og ávara um avleiðingarnar hetta kann fáa fyri túsundtals arbeiðspláss eins og fyri  orkutrygdina hjá Bretlandi. Felagið hevur tí eisini tikið stig til  fund á hægsta stigi við leiðslurnar fyri flest allar fyritøkurnar, sum arbeiða í Norðsjónum eins og við politikarar.

[object Object]Tveir av oddamonnunum í kjakinum um framtíðina hjá olju- og gassvinnuni í Bretlandi eru stjórin í OEUK, David Whitehouse sum er felagið hjá vinnuni og síðani formaðurin í Labour, Keir Stamer, sum hóast hann gongur inn fyri harðari treytum til vinnuna, kortini heldur, at  vinnan fer framhaldandi at hava stóran týdning fyri Bretland. 


Málið hevur skund, nú valið nærkast. Endamálið er at fáa leiðsluna í Labour at sanna, at tað verður ein vanlukka bæði fyri orkutrygdina og arbeiðspláss í Bretlandi, um so er, at ein komandi Labour stjórn sleppur at seta í verk tann orkupolitikk, tað hevur lagt upp til í síni komandi tó ikki fyri vist endaligu valskrá.

[object Object]

Í dag verður vinnan skattað við 75%, og sambært ætlanum hjá Labour skal skatturin uppá 78%. Haraftat skal tað, sum feløgini í dag kunnu draga frá í sambandi við nýggjar íløgur strikast.  Og loksins skal  tíðarskeiðið við samlaða eykaskattinum víðkast frá 2028, til skeiðið hjá komandi stjórn er úti. Alt í alt ein munandi skerjing av møguleikunum hjá vinnuni í eitt nú Norðsjónum, sum kann hava við sær, at oljufeløg og orkufeløg sum heild rýma og heldur gera íløgur í leiting og útbyggingar aðrastaðni í heiminum. Hetta fer so at henda um sama mundið, sum Bretland er stórur innflytari av eitt nú gassi og um somu tíð, sum eginframleiðslan minkar.

Útlitini til at Labour fer at vinna komandi val og harvið skipa stjórn eru stór, og tí eisini møguleikin fyri, at oljuvinnan í Bretlandi gongur eini myrkari framtíð á møti, fer Labour at gera ætlanir til veruleika.

Men enn er so knapt eitt ár til valið, og tað fer møguliga at gera, at fleiri av feløgunum, sum longu hava funnið olju- og gassleðir í Norðsjónum, fara at søkja um loyvi at útbyggja í hesum árinum. Og her er eisini talan um fleiri útbyggingar um okkara leiðir. Somuleiðis kann hugsast, at strongt verður á at fáa gongd á leitingina.

Um Labour ger álvara av sínum ætlanum at skerja inntøkumøguleikarnar hjá olju- og gassvinnuni við bæði at hækka skattin og taka burtur frádrátt í sambandi við nýggjar íløgur, tá fer hetta tó neyvan at verða gjørt við afturvirkandi megi. Tað merkir tí, at feløg, sum ætla at gera íløgur bæði í leiting og útbygging eitt nú við Føroyar, kunnu gera hetta ótarnað soleingi verandi stjórn hevur valdið.

Júst spurningurin um framtíðar olju- og gassvirksemið í Norðsjónum fyllur nógv í orkuorðaskiftinum í Bretlandi í løtuni.

Umboð fyri felagið hjá orkuvinnuni seta sítt álít á, at Labour fer ikki at fasthalda øll síni krøv, tá nærkast valinum, tí tað kann geva bakslag í eitt nú Skotlandi. Tað hevur eisini víst seg, at Labour hóast sterkan retorikk á orkuøkinum, hevur drigið í land á summum økjum.

[object Object]Fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Humza Yousaf, sum nú gongur ímóti Labour, ið vil áleggja oljuvinnuni strangari treytir.

Ein nýggj støða hevur so eisini tikið seg upp í orkukjakinum. Tað er leiðslan í SNP, sum hevur valdið í Skotlandi, ið nú sigur seg ganga ímóti víttfevnandi ætlanunum hjá Labour at brandskatta oljuvinnuna enn meira. Fyrsti ráðharrin í SNP, sum fyllur flestu av forsíðunum í Skotlandi í løtuni, sigur, at Labour við sínum víðgongdu krøvum rætt og slætt tekur grundarlagið undan vinnuni og sleppur meira enn 100.000 starvsfólkum í vinnuni uppá fjall.

Annars hevur sami fyrsti ráðharri í SNP verið rættiliga atfinngarsamur móti orkupolitikkinum hjá teimum konservativu, men nú heldur hann, at nokk er nokk. Tískil liggur nú stórt trýst á Labour í Skotlandi frá bæði teimum konservativu, SNP og ikki minst øllum vinnulívinum.

[object Object]Ed Miliband frá Labour, sum vil seta enn størri krøv til oljuvinnuna. 


Skuggaráðharrin innan orku hjá Labour, Ed Miliband heldur tó fast um, at oljufeløgini skulu skattast enn meira, tí pengarnir skulu fara til illa støddu familjurnar eins og til grøna orkuskiftið, sum eigur at raðfestast enn hægri.

Nú vil so bara tíðin vísa komandi mánaðirnar, um trýstið á Labour fer at hjálpa vinnuni og harvið tryggja mongu arbeiðsplássini.

Enn ein týðandi avgerð verður tikin í næstum, tá Yvirhúsið, The Lords, í bretska parlamentinum, skal taka støðu til uppskot um nýggja leitilóg, sum nú um dagarnar varð samtykt í Undirhúsinum. Henda lóg skal loyva nýggjum leitiútbjóðingum eins og tryggja virksemið hjá orkufeløgunum í størri mun, tó at krøvini til lækkandi útlát framvegis hevur høga raðfesting. 

Tá hugsað verður um framtíðar virksemið um okkara leiðir tvs. eystan fyri føroyska markið, so fara komandi avgerðir í bretska parlamentinum at hava stóran týdning.

(Lesið um hetta í komandi grein).


Keldur: Energy Voice, BBC, Offshore Energy

[object Object]

Bretska parlamentið viðger í løtuni nýggja lóg frá teimum konservativu um at loyva leiting eftir olju og gassi í Norðsjónum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder