Uttanlands

Oljuvinnan við Norðsjógvin stuðlar grøna orkuskiftinum

Feløgini, sum umboða hundraðtúsundtals starvsfólk í olju- og gassvinnunum í londunum kring Norðsjógvin, tvs. í  Bretlandi, Hálandi, Danmark og Norra,  siga í eini felags yvirlýsing,  at hesar vinnur hava týðandi vitan og royndir, sum kunnu stuðla uppundir grøna orkuskiftið.

Stjórin í felagnum hjá bretskum oljuarbeiðarum er sannførd um, at oljuvinnan hevur nógv at geva av í skiftinum til grønari orku.

Stjórin í felagnum hjá bretskum oljuarbeiðarum er sannførd um, at oljuvinnan hevur nógv at geva av í skiftinum til grønari orku.

2021-11-12 17:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Yvirlýsingin kemur eftir, at lond og felagsskapir vilja hava við í endaligu COP26 avtaluna, at oljuvirksemi skal skerjast og steðgast.

Við bretska felagnum Oil and Gas UK (OGUK) á odda siga feløgini í eini fráboðan, at olju- og gassvinnurnar hava eina týðandi vitan og royndir, sum kunnu  styðja uppundir  grøna orkuskiftið, tí tær m.a. kunnu vera við til at menna tøkni, sum skal minka um útlátið eitt nú  innan CCS, ið er fangan og goymsla av CO2 eins og menning av vetni - alt til tess at røkka “net zero” málum.

Stjórin í bretska felagnum OGUK, Deirdre Michie, sigur, at bretski olju- og gassídnaðurin er fyri broytingum og avtalan, sum er gjørd millum myndugleikar og vinnuna, nevnd “The North Sea Transition Deal”, sigur í smálutum, hvussu vinnan arbeiðir fyri at stuðla bretsku veðurlagsmálunum og vil brúka vitan og royndir hjá vinnuni at hjálpa øðrum pørtum av samfelagnum at røkka somu málum.

-Okkara avtala ger greitt, at veðurlagsbroytingar stegða ikki við landamørk og krevja av okkum at arbeiða saman til tess at geva milliónum av fólkum atgongd til reinari orku og at megna orkuskiftið.

Stjórin í norska systurfelagnum, Norsk Olie og Gas, Anniken Hauglie, sigur, at veðurlagsbroytingarnar eru størsta avbjóðingin í okkara tíð. Øll lond og vinnur í heiminum, eisini olju- og gassvinnan, mugu geva sítt íkast til at stegða útláti frá vakstrarhúsgassum, og hetta skal henda skjótt.

-Tað verður ein krevjandi men avgjørt neyðug uppgáva. Vit vilja vera við til at skapa eina nýggja  orkuvinnu á norska landgrunninum, sum hyggur frameftir, og har vit brúka okkara vitan og royndir fra olju- og gassvinnuni til at menna økið víðari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder