Í eina tíð hava vit sæð, at OPEC hevur økt munandi um sína oljuframleiðslu, eitt nú eftir áheitan frá amerikanska forsetanum til tess at steðga prísvøkstrinum. Nú ljóðar, at Opec umhugsar eina aðra kós, har tað miðjar eftir at avmarka framleiðsluna í 2019. Hetta skrivar Bloomberg News. Opec fer á fundi sunnudagin at umrøða ymsar framtíðar møguleikar, har ein er at minka um framleiðsluna í 2019.
Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at Opec saman við Ruslandi og øðrum framleiðarum skrúvaði upp fyri framleiðsluni. Ein av orsøkunum til, at tað verður umhugsað at minka um framleiðsluna aftur, er óttin fyri vaksandi amerikanskari framleiðslu av skiferolju. Roknað hevur annars verið við, at oljuprísurin fór at hækka nógv, eftir at seinastu sanktiónirnar móti Iran vórðu settar í verk. Síðani er tað hent, at USA hevur givið 8 londum undantak, soleiðis at tey í eina tíð aftrat kunnu keypa olju úr Iran. Hesi keypa frammanundan meginpartin av iransku oljuni, eitt nú India, Kina, Japan, Taiwan, Suðurkorea, Turkaland og Italia.
Trump forseti sigur nú, at neyðugt var at gera hesi undantøk fyri at sleppa undan, at oljuprísurin aftur fór at hækka. Hann segði á tíðindafundi mikudagin, at hann fer at gera alt fyri at forða fyri, at oljuprísurin endar uppi á 100 til 150 dollarum.
Oljuprísurin er annars tann lægsti síðani í mars mánaði. Hann er uppá umleið 72 dollarar fyri tunnuna. Amerikonsku oljugoymslurnar eru øktar munandi. USA hevur í dag eina methøga framleiðslu, sum í farnu viku hækkaði til 11,6 mió. tunnur um dagin. Hetta vísa nýggj tøl frá EIA. Hetta er ein trýfaldan av framleiðsluni í mun til fyri 10 árum síðani og ein vøkstur uppá 22,2% bara í ár. Vøksturin merkir eisini, at USA nú er vorðið heimsins størsti oljuframleiðari. Samtíðis er framleiðslan vaksin í Ruslandi, Saudi Arabia, Irak og Brasilia, og tað minkar um óttan fyri, at Opec fer at minka um sína framleiðslu í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald