Á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11 í dag, eru fyrispurningar um støðuna innan oljuleiting í Føroyum. Tá fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum at svara spurningum frá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin um oljuleiting á føroyska økinum.
Spurningarnir eru hesir:
-Hvat hevur landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri oljuleiting ítøkiliga gjørt fyri at fáa gongd á oljuleiting í føroyska økinum,síðani spurningurin hjá undirritaðu varð svaraður fyrr í ár?
-Eigur landsstýrismaðurin, sum ovasti myndugleiki á økinum,sjálvur at taka stig, sum kunnu gera, at meiri hendir á hesum øki?
-Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott at broytt skattaskipanina í samband við oljuvinnuna, fyri soleiðis at gera Føroyar eitt meiri attraktivt land at gera leitingaríløgur í?
-Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær greitt stóru inntøkumøguleikarnar fyri Føroya fólk -um Føroyar velja at gera brúk av oljuinntøkumøguleikanum/frálandavinnu?
-Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær greitt, at longu frá fyrsta degi eru stórar inntøkur at heinta í samband við royndarboringar, herundir veitingar/tænastur, umframt viðlíkahald av útgerðávaktarskipum, veitingarskipum og boripallum ogflúgving úr útheimi til og frá Føroyum av arbeiðsfólki og sakkunnleika, - og síðan frálandaflúgving úr Føroyum út á pallarnar?
Trygt og skilagott at leita
Í viðmerkingunum sigur tingkvinnan m.a.:
Nú er nakað síðan, vit høvdu gott og gevandi orðaskifti á Løgtingi um framtíðar oljuleiting, har staðfestur varð stórur meiriluti í politisku skipanini fyri at taka undir við oljuleiting, og harvið halda fram við Open Door leitiskipanini. Tí er sera áhugavert at fáa at vita, hvat landsstýrismaðurin ítøkiliga hevur gjørt fyri at fáa gongd á leiting, síðan skrivligi fyrispurningurin til landsstýrismannin um oljuleiting í føroyskum øki bleiv svaraður 23. febr. 2023.
Vitandi um, at landsstýrismaðurin hevur sagt, at henda ábyrgd er latin Jarðfeingi at umsita, meti eg, at landsstýrismaðurin, sum ovasti myndugleiki á økinum, eigur at taka stig, sum føra til, at meiri hendir á hesum øki. Hugsi, at tíðin er komin at rætta hond til áhugaðar íleggjarar bæði í Føroyum og uttanfyri Føroyar.Vit eru í eini frálíkari støðu,m.a. tí at oljuprísurin er rættiliga høgur, og hevur verið tað í longri tíð, umframt at eftirspurningur eftir olju veksur hvønn dag, - og síðan tí at tað tøkniliga verður mett trygt og skilagott at gjøgnumføra leiting undir Føroyum.
Fyri at fáa gongd aftur á oljuleiting er neyðugt skapa nýtt umhvørvi fyri íleggjarar, (nýggja strategi) fyri at vekja altjóða áhuga fyri leiting á landgrunni okkara. Landsstýrismaðurin eigur sjálvur at taka stig til og brúka ta hepnu støðu, Føroyar eru í til at taka tøk, eitt nú við at bjóða oljufeløgum og íleggjarum til eina ráðstevnu um orku og oljuleiting undir Føroyum.
Hetta er kanska júst rætta løtan til at fyrireika og varpa ljós á eina slíka ráðstevnu um orku, bæði olju og gass og grøna orku. Hvussu kunnu hesi virka hvør sær og saman. Sum eg skilji tað frá fleiri greinum á føroyska orkuportalinum orkan.fo, fer bretska stjórnin í næstum helst at góðkenna eina stóra olju-og gassútbygging við markið eins og at lata stórt tal av nýggjum loyvum til leiting, helst eisini nær við føroyska markið.
Er hetta nakað, sum vit í Føroyum kunnu gera brúk av? Kann hetta lata hurðar upp fyri einum samstarvi millum Føroyar og Bretland innan orku?
At sjálvur bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak fyri kortum hevur sagt frá, at stjórnin fer at skunda undir olju-og gassvirksemið í Norðsjónum, t.v.s. eisini í økinum millum Hetland og Føroyar, er kanska nakað, sum okkara vinnumálaráðharri eigur at taka til sín og kanna, hvussu vit kunnu gera brúk av hesum.
Eg vil fegin vera konstruktiv í hesum sambandi og fari at heita á Høgna Hoydal um saman við andstøðuni á tingi at taka stig til at skipa fyri eini ráðstevnu, har vit varpa ljós á framtíðar orkugongdina og menningina í økinum millum Føroyar og Hetland, eisini kallað Atlantsmótið.
Tað er sera umráðandi,at vit føroyingar vísa álvarsemi (commitment) í hesum máli fyri at verða tikin í álvara. Ein gongd leið kundi eisini verið at tonkt grøna virksemið uppí leitingina, soleiðis at leitingin gerst partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum.
Tað er kent, m.a. frá norsku frálandavinnuni, at framleiðslupallar í nærmastu framtíð verða el-riknir, - har grøn orka til havs verður nýtt í staðin fyri fossil drivnar motorar/turbinur o.s.fr. Soleiðis gongur frálandavinnan í dag hond í hond við grøna orkuskiftinum.
Endamálið við oljuframleiðslu seinnu árini hevur flutt seg frá at snúgva seg mest um orku, til nú at snúgva seg meiri um tilfar og útbúnað, soleiðis sum vit kenna tað frá áleið øllum vørum í einum framkomnum samfelag.
Løgmaður tosar í ólavsøkurøðu síni um javnvág, - her er ein ítøkiligur møguleiki at fáa væl betri javnvág ímillum inntøkur og útreiðslur, serliga við atliti til raksturin av okkara vælvirkandi vælferðarsamfelag, okkara børnum og framtíð at frama, og harvið eitt fjølbroyttari inntøkugrundarlag fyri Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald