Uttanlands

Orkuframtíðin í Evropa á skránni í Aberdeen

Stór oljufeløg leggja saman - kann fáa týdning fyri virksemið við Føroyar 

2025-09-02 15:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Aberdeen. Í morgun lat stóra altjóða orkumessan “Offshore Europe 25” upp í bretska orkuhøvuðsstaðnum Aberdeen. Í fýra dagar fara umboð fyri orkufeløg innan bæði olju og gass og varandi orku eins og myndugleikar og politikarar at umrøða støðuna í serstakliga bretsku orkuvinnuni. Messan fevnir um hundraðtals framsýnarar av vørum og tænastum til orkuvinnuna. Roknað verður við 30.000 vitjandi.

Tað eru góð 50 ár síðani, at hetta stóra orkutiltakið varð hildið fyri fyrstu ferð og hevur tað verið hildið annaðhvørt ár bert við einum steðgi, tá corona gjørdi um seg. Aberdeen og norski oljuhøvuðsstaðurin Stavanger skiftast um at hava orkumessu annaðhvørt ár. 

[object Object]

Orkuportalurin (orkan.fo) á Portal.fo er við til Offshore Europe eisini hesaferð, har roynt verður at fylgja við og kunna um  ymsu tiltøkini, sum verða  alla vikuna. Føroyar og føroyskar fyritøkur, sum mong ár herfyri vórðu umboðað á messuni oftani við egnum landabási, eru  ikki umboðaðar á hesi messuni, tó at tað kann hugsast, at einstakar veitarafyritøkur hava sent fólk til messuna bæði at forvitnast eins og at fáa avtalur við vinnu- og veitarafeløg. 

Nú olju- og gassvirksemið nærkast Føroyum gevur hetta eisini føroyskum fyritøkum møguleika fyri at bjóða seg fram við vørum og tænastum, og tað kann hugsast, at onkrar teirra eru í Aberdeen í hesum døgum fyri at marknaðarføra seg og Føroyar.

Eitt av føroysku feløgunum, sum er farið til Aberdeen á Offshore Europe er FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, sum verður umboðaður av stjóranum Jan Müller og bretska umboðsmanninum Louis Apol Wilson. FOÍB er atlimur í bretska orkumeginfelagnum “OEUK, Offshore Europe UK”. 

Orkutilfeingi og orkutrygd

Høvuðsevnið á ráðstevnuni er, hvussu meira fæst burtur úr orkutilfeingi í Evropa tað veri seg olju og gassi eins og grønari orku sum vindi. Eisini fangan og goymsla av CO2 útláti er partur av rúgvusmiklu skránni. Harumframt er orkutrygdin bæði í Bretlandi og Evropa týðandi partur av skránni. Samanumtikið eru orkuskiftið og orkutrygdin tvey av høvuðsevnunum á ráðstevnuni. Hvussu skunda vit undir orkuskiftið til eina betri orkuframtíð. 

Ein spurningur, sum væntandi fer at vera nógv umrøddur á  Offshore Europe er framtíðar leiting á bretska landgrunninum eins og útbyggingar av olju- og gasskeldum, sum longu eru funnar. Vinnan hevur leingi rópt varskó og ávarað myndugleikarnar um avleiðingarnar, um myndugleikarnir halda fram við at seta fót fyri vinnuni. Bretska stjórnin hevur hækkað skattin á oljufeløg úr 40% upp í 78% í eini tíð, tá oljuprísurin varð omanfyri 100 dollarar. Í dag er hann 65 dollarar, og høgi skatturin stendur við. Haraftrat hevur orkuráðharrin Ed Miliband steðgað nýggjari leiting í Norðsjónum. Hetta hevur fingið feløg, sum hava arbeitt í Norðsjónum í 50 ár til at rýma til onnur lond. 

Og fyri at gera støðuna hjá vinnuni uppaftur meira trupla hevur ein dómstólur í Skotlandi eftir áheitan frá Green Peace tikið avgerð um at steðga verandi framleiðsluloyvum. Feløg skulu hereftir taka við í sínar umhvørvisumsóknir útlát frá sjálvari nýtsluni av olju og gassi. Hvat tey so royna at gera.

[object Object] FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur umboðaður á Offshore Europe 2025. 

Týdning at vísa andlit

Jan Müller, stjóri í FOÍB sigur við orkan.fo, at tiltakið í Aberdeen hesar dagarnar er eitt gott høvi hjá Føroyum og føroyskum fyritøkum at kunna seg við støðuna og gongdina í orkuvinnuni fyrst og fremst í grannalagnum. Og haraftrat at hyggja eftir møguleikum at vera partur av framtíðar virkseminum í økinum nær Føroyum. Hann væntar, at føroyskar veitarafyritøkur, sum vilja vera partur av virkseminum á Atlantsmótinum (økið millum Føroyar og Hetland) fara at vera meira sjónligar á slíkum messum sum Offshore Europe, tí hetta er eitt gott høvi at vísa andlit: hvat hava Føroyar og føroyskar fyritøkur at bjóða fram til nýtt virksemi í grannalagnum. Harumframt at byggja brýr til bretsku vinnuna. 

Tá Føroyar høvdu egnan landabás á messunum í Aberdeen og Stavanger fyri 20-25 árum síðani var oljuleiting við Føroyar í síni byrjan, og tí vóru messurnar eitt gott høvi at marknaðarføra bæði leiting og veiting.

[object Object] Føroyar hava luttikið á nógvum orkumessum áður. 

Hesi seinastu árini jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi hava kannað undirgrundina av nýggjum og útvegað nýggja vitan um undirgrundina, sum ger tað meira sannlíkt, at olja og gass finnast her, hevur eisini verið roynt í útlandinum at varpa ljós á møguleikarnar at leita við Føroyar.

Fyrr í ár hevur Jarðfeingi á egnum básum á ráðstevnum í bæði London og Aberdeen marknaðarført føroyska oljuleiting. Stovnurin er ikki umboðaður á Offshore Europe men hevur heldur valt eitt annað tiltak í London seinni í ár, har høvi verður at vísa fram seinastu úrslitini av kanningunum til fleiri av stóru orkufeløgunum, sum kunnu hugsast at fylgja við, hvat hendir um okkara leiðir.

[object Object]Jarðfeingi hevur luttikið á nógvum orkutiltøkum í Bretlandi seinastu árini.

Nú FOÍB er í Aberdeen til Offshore Europe, har flestu av stóru oljufeløgunum, sum arbeiða í Norðsjónum og á Atlantsmótinum halda til, fer felagið at vitja nakrar  av hesum fyritøkunum.

Tíðindini í bretskum miðlum herfyri um, at ikki færri enn tríggjar olju- og gasskeldur eystan fyri føroyska markið standa á skránni hjá stórum orkufeløgum, eiga at geva eina ábending um, hvønn týdning virksemið í bretskum øki nær Føroyum kann fáa.  

Oljufeløg leggja saman - avleiðing fyri Føroyar 

Jan Müller frá FOÍB sigur, at fyri Føroyar er tað fyrst og fremst áhugavert at fylgja við, hvørjar ætlanir  nýggja oljufelagið ADURA hevur fyri økið nærhendis Føroyum. Felagið, sum er ein samanlegging av ognunum hjá Equinor og Shell í bretska partinum av Norðsjónum, er júst stovnað og fer tað at hava ábyrgdina av Føroya-økinum eisini.

-Tað verður spennandi at síggja,  hvat hetta stóra og styrkta orkufelagið fer at gera eystan fyri Føroyar. Eisini verður áhugavert at fylgja við, hvat hitt  stóra felagið Ithaca Energy, sum eigur fleiri oljukeldur eystan fyri markið, fer at fyritaka sær. Herfyri varð tað eisini styrkt við at leggja sínar ognir saman við teimum hjá stóra italska felagnum ENI. 

-Vit hava her fingið tveir nýggjar orkurisar, sum vit uttan iva fara at hoyra og síggja meira til í Føroyum eisini heldur Jan Müller fyri. 

[object Object]Tað varð stjórin í máttmikla orkuvinnufelagnum Offshore Energies UK, David Whitehouse, sum var millum teirra, ið settu stóra orkutiltakið Offshore Europe 25 í morgun. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder