Innanlands

Orkukvøld: Vilja birta uppundir kjak um bygging í Føroyum

ORKUKVØLD verður í skúlanum við Løgmannabreyt mikukvøldið 22. november kl. 19.

2023-11-20 16:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Orkukvøld er eitt kvøld, sum er ætlað øllum við áhuga fyri bygging, orkunýtslu og framleiðslu. Tankin er, at øll skulu fáa okkurt burturúr, bæði fakfólk og privatfólk.

-Vit, sum standa aftanfyri tiltakið, gera hetta av áhuga, og vit vilja birta undir eitt meira breitt og litríkt kjak um bygging í Føroyum siga stigtakararnir til tiltakið Magnus Thomsen, Jens Aksel Vestureið Thomsen, Anna Thomsen og Alis Vestureið.

Ein teirra, Magnus Thomsen, hevur verið partur av byggivinnuni í Føroyum seinastu 40 árini, og hesa tíðina hevur hann fingið samband við nógv  fakfólk eins og privatpersónar. Tað eru hesi, sum saman við honum koma at hava framløgur á Orkukvøldinum.

[object Object]Fyrsta ORKUKVØLDIÐ varð hildið í 2019. 

Framløgurnar snúgva seg um, hvussu best er at  byggja, um upphitingarloysnir á marknaðinum og eina varandi orkuframleiðslu. Eisini verður greitt  frá veruligum dømum um nýbygging, heildarumvæling og skifti til hitapumpu.

-Eitt av okkara endamálum er alla tíðina at kunna tey, ið byggja, um okkara royndir og úrslit á økinum, og skipaðu vit í tí sambandi fyri einum orkukvøldi í Norðurlandahúsinum á heysti í 2019.

[object Object]Magnus Thomsen, sum má sigast at vera ein føroysk eldsál innan orku og bygging, her saman við dóttrini Onnu til stóra tiltakið hjá EFFO, tá nýggj vindmylnulund varð kunngjørd. Mynd Jan Müller

Ætlanin var, at talan skuldi vera um afturvendandi tiltak, men orsakað av Corona farsóttini, hevur ikki verið gjørligt at hava næsta tiltakið fyrr enn nú.

Við vónini um, at hetta tiltak kann verða teimum, ið byggja, ein hjálp til ikki halda á fram við at gera somu mistøk umaftur og umaftur, men heldur gera rætt fyrstu ferð. bjóða vit hervið øllum áhugaðum til  ORKUKVØLD í Skúlanum við Løgmannabreyt, mikukvøldið 22. november 2023, kl. 19.00.

Allar framløgurnar frá seinasta orkukvøldinum í 2019 finnast her:

https://w-t.fo/index.php/orku-kvold-2019/


Tilmelding, ið er neyðug, fer fram á:

https://www.billett.fo/orkukvold?TicketId=2086

Fyriskipararar eru:

Magnus Thomsen

Jens Aksel Vestureið Thomsen

Anna Thomsen

Alis Vestureið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder