Samlaða orkunýtslan í Føroyum var í 2025 umleið 4.040 GWt, sum er á leið sama støði sum í 2024.
Føroyska samfelagið er framvegis í stóran mun tengt at olju, ið stendur fyri 88,2% av orkunýtsluni. Varandi orkukeldur, sum vatn, vindur og biogass, standa fyri umleið 9–10%.
Skipaferðslan stendur fyri størsta partinum av orkunýtsluni við 43,8%. Ferðslan á landi nýtir framvegis mest olja, men talið av elbilum er nú farið upp um 3.000.
Oljunýtslan til upphiting er seinastu 15-20 árini minkað úr umleið 50.000 tonsum niður í 33.000 tons (ein minking upp á 34 %), hóast fólkatalið er vaksið við 20% sama tíðarskeið.
Elframleiðslan var 506 GWt í 2025. Hóast framleiðslan veksur, er grøni parturin minkaður úr 53% niður í 51%, m.a. tí ongar nýggjar vindmyllur eru settar upp.
Hitapumpur hava vaksandi týdning og lótu í 2025 126 GWt til upphiting.
Umhvørvisstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald