Uttanlands

Orkurisi herðaklapp fyri burðardygga menning í Hetlandi

Skotska orkufyritøkan SSE Renewables, sum er stigtakari til stóru vindorkuútbyggingina í Hetlandi, er í uppskoti  til at fáa heiðursløn fyri burðardygd í sambandi við grøna orkuskiftið.

Risastóra vindmylnulundin í Hetlandi við 103 myllum

Risastóra vindmylnulundin í Hetlandi við 103 myllum

2023-10-21 16:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Stóra vindorkuútbyggingin í Hetlandi hevur fingið bæði rís og rós. Rís fyri ikki at  hava tikið lokala búskapin nóg nógv við í samlaðu verkætlanina og rós fyri at hava tryggjað borgarunum í lítla oyggjasamfelagnum streym í framtíðini.

Nú er fyritøkan aftanfyri verkætlanina, skotska SSE Renewables í uppskoti til at fáa prís fyri væleydnaða burðardygd og fyri at hava tikið atlit til lokalsamfelagið eisini í sambandi við stóru útbyggingina av varandi orku. Tilsamans 103 vindmyllur verða settar upp í Hetlandi, ið skulu tryggja oyggjasamfelagnum streym komandi árini.

[object Object]SSE Renewables hevur lagt seg eftir at fara væl um lendið, har vindmyllurnar verða settar upp. Mynd Jan Müller

Tað er almenni orkumyndugleikin í Skotlandi, Scottish Renewables, sum tekur stig til at lata prísir fyri best væleydnaðu orkuútbyggingarnar í Skotlandi. Hann letur virðislønir til feløg, einstaklingar og verkætlanir, sum hava gingið undan og  hava gjørt ein mun í sambandi við heilsu, vælferð og vælveru og trivnaðí sambandi við grøna orkuskiftið í øllum Skotlandi.

David McGinty, umhvørvisleiðari á Viking Energy Wind Farm, sigur, at tað er eitt veruligt herðaklapp til hesa stóru vindorkuútbyggingina í Hetlandi at verða í uppskoti  til tveir prísir.

[object Object]

-Vit síggja longu úrslitið av at hava varðveitt og endurbygt torvteigarnar. Hetta arbeiðið byrjaði í 2021 og heldur fram í 2024. Júst aldargomlu torvteigarnir hava alstóran týdning fyri Hetland og hevur hædd tí eisini verið tikin fyri teimum, tá vegir eru gjørdir og vindmyllur settar upp.

Umleið helvtin at Hetlandi er dekkað við torvi og verður júst torvið mett sum ein tann týdningarmesta vistfrøðiskipanin í øllum heiminum. Torvið hevur eisini alstóran týdning fyri grøna orkuskiftið, nú tað goymir CO2 og hevur uppaftur størri týdning fyri veðurlagið enn regnskógir kring heimin. So hetlendska torvið og nú eisini mongu vindmyllurnar gera sítt fyri at verja veðurlagið. Og hetta er nakað, sum fyritøkan aftanfyri vindmylnulundina Viking í Hetlandi hevur lagt seg eftir. 


Kelda: Shetland Times

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder