Ørsted, sum er fyrrverandi olju- og gassfelagið Dong, hevur rokkið henda heiður gjøgnum sítt áhaldandi arbeiði fyri at minka um útlát av vakstrarhúsgassum, minka um veðurlagsvandar og geva sítt íkast til at menna lágútlátsbúskapin.
“Vit fegnast um at verða viðurkend sum tann fyritøkan, ið gongur á odda í arbeiðinum ímóti veðurlagsbroytingunum sigur Mads Nipper, samtøkustjóri í Ørsted sambært EnergyWatch.
Hann vísir á, at orkufeløg hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at hjálpa heimsins londum at liva upp til Parísavtaluna. Og her roynir Ørsted at ganga á oddda. Hann sigur víðari, at Ørsted er einasta orkufelagið og eitt av einans sjey feløgum í heiminum, hvørs mál er at røkka null útláti í 2040.
Ørsted hevur eisini sett sær fyri at minka um útlátið í 2025 og 2032 og er tað í samsvar við Parísavtaluna, ið miðjar móti at varðveita hitavøkstur undir 1,5 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald