
Talan er um størstu kapitalvíðkan nakrantíð í Danmark. Hetta sigur Ørsted í eini fráboðan í kvøld. Tað er Ørsted, sum hevur heitt á partaeigararnar at seta fleiri pengar í fyritøkuna, eftir at amerikanska fyrisitingin við Donald Trump á odda tók aftur útbyggingarloyvið til stóra vindmylnuútbygging í USA. Hetta fekk stórar avleiðingar fyri Ørsted, sum noyddist at fara eftir nýggjum partapeningi til tess at kunna halda fram við sínum virksemi.
Meginparturin av nýggja partapeninginum kemur frá verandi partaeigarum, har danski staturin er ein tann størsti. Peningurin skal fyrst og fremst brúkast til at gera útbyggingin í USA lidna. Hóast væleydnaðu partafelagstekningina, so hevur Ørsted framvegis stórar trupulleikar og avbóðingar. Tað ljóðar, at næsta stigið er at siga fólki upp.
Um somu tíð, sum lagnan hjá Østed er tryggjað, so hevur amerikanski forsetin enn einaferð langað út eftir vindmyllum. Hann sigur, at USA undir hansara leiðslu fer ikki at góðtaka fleiri vindmyllur.
Ørsted hevur í løtuni seks vindmylnuútbyggingar í gongd í USA. Nýggi partapeningurin skal m.a. brúkast til at halda fram við hesum útbyggingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald