
Uppsøgnirnar koma í kjalarvørrinum á skeivum íløgum serstakliga í USA. Ørsted, sum fyrstu árini hevur havt vind í seglunum, hevur raðfest amerikanska marknaðin og gjørt stórar íløgur í vindmylnulundir í fleiri statum. Við viðvindi undir táverandi forsetanum Joe Biden sá leiðslan í Ørsted fyri sær eitt sætt vindorkuævintýr í USA.
Síðani Donald Trump kom í Hvítu Húsini hevur tað gingið beint øvugta vegin. Trump, sum er ein av størstu mótstøðumonnunum móti serstakliga vindmyllum, hevur gjørt greitt, at hann fer steðga og forða nýggjum vindmylnulundum. Hetta hevur fingið álvarsligar avleiðingar fyri eitt nú Ørsted, sum hevur sæð USA sum ein av sínum framtíðar høvuðsmarknaðum.
Kreppustøðan, sum Ørsted er komið í eftir forsetaskiftið í USA, fekk leiðsluna í felagnum at fara út til partaeigararnar og biðja um 60 mia. kr. í nýggjum partapeningi. Hesin peningurin skal brúkast til at betra um truplu støðuna í USA men eisini fyri at tryggja grundarlagið undir fyritøkuni.
Tað eydnaðist at fáa umrøddu upphædd, m.a. tí at danski staturin eigur góð 50% av partapeninginum, so heldur enn at missa hann gjørdi danska stjórnin av at seta 30 mia. kr. í Ørsted. Aðrir partaeigarar hava so eisini fylgt við eitt nú norska Equinor, sum herfyri keypti 10% av partabrøvunum í Ørsted.
Hóast nýggja partapeningin so sær leiðslan í felagnum seg noydda til at siga upp 2000 fólkum fram til ár 2028. Bara í ár verða 500 fólk søgd upp, av teimum ein helvt í Danmark. Nýggju og broyttu tíðirnar hava so eisini fingð Ørsted at skifta kós og heldur enn at gera íløgur í USA og Afrika at víðka um sítt virksemi í Evropa og her serstakliga í Norðurevropa.
Enn ein stór avbjóðing hjá felagnum, sum fyri skjótt 10 árum síðani skifti frá olju og gassi til varandi orku, er hvussu vindmylnumarknaðurin fer at síggja út í framtíðini. Hann er nevniliga undir hørðum trýsti í løtuni vegna vaksandi útreiðslur, rentuhækkingar og aðrar dýrkandi útreiðslur. Hóast tøknin er nógv ment serstakliga í sambandi við havvindmyllur, so er langt á mál at fáa tað at mæla runt. M.a. tykist tað avgerandi, at tað almenna í størri mun er partur av menningini av havvindorkuni, nakað, sum hevur víst seg at vera trupult í fleiri londum.
Komandi mánaðirnir við nýggjum havvindmylnuútbjóðingum í fleiri londum í Evropa fara at geva okkum eina greiðari mynd av framtíðar útlitinum fyri hesa varandi orkuvinnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald