Uttanlands

Ørsted í rættin við Trump avgerð

Danska orkufelagið er nú farið  rættarvegin til tess at fáa dómstólin at taka aftur avgerðina hjá Trump fyrisitingini at steðga  havvindmylnulundum.

2026-01-02 16:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyri aðru ferð innan stutta tíð hevur amerikanski forsetin sett fót fyri útbygging av havvindmylnulundum í USA. Hetta rakar serstaliga donsku vindmylnufyritøkuna Ørsted, sum stendur fyri fleiri útbyggingum av havvindmyllum út fyri eysturstrondina í USA. Hesaferðina hevur Trump stjórnin steðgað ikki færri enn fimm vindorkuverkætlanum. Nú er  Ørsted so fyri aðru ferð  farið  í rættin við slíkari avgerð. 

Fyrru ferðina tók rætturin í USA undir við páhaldinum hjá Ørsted um, at stjórnin hevði ikki heimild at steðga tess virksemi í USA. Nú ætlar Ørsted so at royna enn einaferð at fara í rættin fyri at steðga stjórnini at broyta longu avgjørdar avtalur. Ørsted hevði gjørt klárt til framleiðslu í januar, nú 87% av verkætlanini út fyri Rhode Island varð klár. 

Í løtuni missir Ørsted nógvar pengar, nú arbeiðið er steðgað. Hetta kann koma at kosta danska felagnum  dýrt. Equinor, sum er størsti einstaki privati partaeigarin í Ørsted, eigur 10% av felagnum. Danski staturin eigur góð 50%. Equinor umhugsar í løtuni, hvussu felagið skal koma burtur úr truplu støðuni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder