Enn ein dómstólur í USA hevur nú givið donsku vindorkufyritøkuni Ørsted loyvi til at halda fram við uppaftur eini av sínum vindorkuútbyggingum í USA, nevniliga Sunrise Wind. Frammanundan hevði Trump steðgað eini aðrari Ørsted útbygging, Revolution Wind, men tá hendi júst tað sama. Dómari tók av forboðið móti útbyggingini.
Avgerðin kemur eftir, at amerikanska fyrisitingin herfyri setti Ørsted og øðrum orkufyritøkum forboð fyri at kunna halda fram við havvindorkuútbyggingum vegna trygdarváða. Byggisteðgurin hevur kostað Ørsted nógvar mió. kr.
Fleiri onnur vindorkuprojekt í USA, sum eru vorðin steðgað, sleppa eisini at halda fram. Eitt av hesum er Empire Wind, sum norska Equinor stendur fyri. Talan er sostætt um ikki færri enn fimm ymsar havvindorkuútbyggingar, sum Trump í fyrsta umfari megnaði at steðga, men sum hann nú eitt fyri og annað eftir verður noyddur at góðtaka sleppa at halda fram.
Stóri spurningurin er nú, um Trump fer ella kann halda fram við royndum sínum at forða grønum verkætlanunum at kunna halda fram. Tað vil so tíðin vísa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald