Nú um dagarnar gav danska stjórnin myndugleikunum boð um at steðga viðgerðini av umsóknum til havvindmylnulundir kring Danmark. Orsøkin er, at ivi hevur tikið seg upp um, hvussu ES lóg kann tulkast í sambandi við donsku “Open Door” skipanina. Sambært hesi kunnu fyritøkur sleppa undan at skula gjalda fyri loyvi at seta upp vindmyllur til havs.
Danski forsætisráðharrin Mette Fredriksen hevði í vikuni fund við nevndarforkvinnuna í ES nevndini, Ursula von der Leyen, har tey umrøddu málið og sigur Mette Fredriksen eftir fundin, at ein loysn fer at verða funnin men til ta tíð mugu umsóknir til havvindmylnulundir verða liggjandi og bíða eftir svari. Óvist er tó, hvussu leingi.
Málið hevur fingið nógva umrøðu í donskum miðlum, har tey mongu, sum ganga inn fyri grøna orkuskiftinum halda hetta vera eina vanlukku fyri orkuskiftið, tí havvindmyllur hava so stóran týdning til tess at røkka málunum um útlát. Forsætisráðharrin kann tó ikki siga við vissu, um umsøkjarar sleppa at seta upp vindmyllur til havs ókeypis, sum jú er meiningin við “Open Door” politikkinum. Endamálið við honum er at fáa fleiri skjótast til ber at gera íløgur í havvindorku.
Stórur áhugi er annars í Danmark fyri at gera íløgur í havvindorku. Nú hevur so Orkustýrið í Danmark steðgað skipanini fyri fyrst at kanna, um hon er í stríð við galdandi ES lóg, tí hon er ella kann vera kappingaravlagandi skrivar Politiken.
33 umsóknir um havvindverktætlanir hava ligið í Orskustýrinum síðani í juli, har tær hava verið parkeraðar. Fyritøkurnar, sum hava latið umsóknirnar inn, vita enn ikki, hvussu framtíðin fer at síggja út.
ES londini hava annars nettupp í hesum døgum fundast um spurningin at linka treytirnar fyri at lata statsstuðul til fyrimun fyri grøna orkuskiftið og til tess at kunna vera kappingarførar við USA og Kina, eftir at USA hevur sett í gildi skattalætta til fyritøkur, sum gera íløgur í grøna orkuskiftið. Hetta er kappingaravlagandi í mun til fyritøkur í ES, har tað ikki er loyvt at stuðla ella lata skattalætta til fyritøkur á henda hátt.
Støðan hjá Orkustýrinum hevur møtt stóra mótstøðu í vinnulívinum. Stjórin í Green Power Denmark, Kristian Jensen sigur seg ikki skilja nýggju støðuna. “Tað er heilt óhoyrt, at stjórnin bráddliga steðgar skiftinum til grøna orku á henda hátt, nakað, sum fer at seta forðingar í verk at røkka grønu málunum."
Ætlanin var annars at tíggjufalda framleiðsluna av grønum streymi til havs. Tær 33 umsóknirnar til vindmylnuuppsetan til havs høvdu kunnað framleitt streym frá 1500 risastórum vindmyllum.
Grundgevingin hjá Orkustýrinum er, at verandi skipan kann vera í stríð við ES lóg.
Danmark hevur annars stórar framtíðar ætlanir við grøna orkuskiftinum við m.a. at fyrireika tvær sonevndar grønar orkuoyggjar. Hesar liggja tó enn nakað frammi í tíðini, men fyri at skunda undir menningina av havvindorku, hevur stjórnin broytt treytirnar fyri at fáa loyvi við rætt og slætt einki gjald at taka fyri loyvini. Og tað er henda broytingin, sum hevur fingið Orkustýrið at rópa varskó.
Danski forsætisráðharrin segði í eini viðmerking eftir fundin í Bruxelles, at vit eru noydd til at gera broytingar eftir russisku innrásina í Ukraina eins og í sambandi við grøna orkuskiftið sum heild, sum hava við sær, at skipanir og reglar verða endurskoðað.
"Orkupolitikkur er eisini vorðin til trygdarpolitikk, og hetta má eisini síggjast aftur í evropeiska ídnaðarpolitikkinum," segði Mette Fredriksen við danskar miðlar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald